Óvæntaðar rokningar fyri bíleggingar og keyp á internetinum – hvat geri eg?

Les meira um, hvat tú gert, fært tú óvæntaða rokning frá vinnuvirki og hótt verður við innkrevjing.

Henda vegleiðing er til brúkarar, sum óvæntað fáa rokningar fyri bíleggingar og keyp á netinum. Vøran – oftast royndarpakki ella royndarhald – hava tey annaðhvørt ongantíð bílagt ella verður kravt meira fyri tað, ið er bílagt – t.d. fleiri pakkar, eitt hald, ið endurnýggjar seg sjálvt, ella onkur limaskapur.

Ofta eru brúkarar leiddir yvir á heimasíðu ígjøgnum lýsing á Facebook, eini bannaralýsing og tílíkum.

Tá ið tú ert førdur yvir á heimasíðu fyri vøruna og ert í ferð við at enda bíleggingina, stendur “við smáum” – at eitt ja-takk til royndarpakka og royndarhald eisini merkir aftalu ella hald, sum av sær sjálvum verður endurnýggjað.

Niðanfyri finnur tú góð ráð um, hvussu tú skalt bera teg at fyri virkjum, sum senda rokningar – og um so er, at tú fært áheitan frá einum innheintingarvirki.


Skal eg senda pakkarnar aftur, sum eg ikki havi bílagt?

Hevur tú fingið pakkar, tú ikki hevur bílagt, hevur tú ikki skyldu at senda teir aftur. Eitt gott hugskot er kortini, at tú skrivar til vinnurekandi og sigur, at tú hevur fingið pakkarnar, og at tey eru vælkomin at heinta teir á tínum bústaði.