01.05.2010

Avgerð um Televarpið í sambandi við prís – og rásbroytingar 1. maj. 2010.

Samandráttur

Tann 29. apríl 2010 fær Brúkaraumboðið eina kæru í sambandi við prís – og rásbroytingar 1. mai 2010 hjá Televarpinum. Kærari vísur Brúkaraumboðnum á, at um miðjan apríl fær kærari eitt skriv frá Televarpinum, har tað verður fráboða, at Televarpið frá 1. mai 2010 fer at fremja prís – og rásbroytingar.

Brúkaraumboðið tekur málið upp til viðgerðar, fyri at kanna, um Televarpið hevur yvirhildið marknaðarføringslógina í sambandi við kunningina av prís – og rásbroytingunum frá 1. mai 2010.

Lógir á økinum.

Í viðskiftatreytunum hjá televarpinum er soleiðis ásett í grein 3 um fyrivarni

§ 3 Fyrivarni

Televarpið kann nær sum helst broyta skapið á skýggjamyndini,samansetingina av rásum og ráspakkum og raðfylgjuna av einstøkurásunum. Í tann mun, at tað ber til, boðar Televarpið við tveimum mánaðaávaring haldarunum frá størri broytingum í ráspakkum. Televarpið hevur rætt til í styttri tíðarskeið at senda rásir, ið eru umfataðar av sáttmálanum, ókodaðar, so at tær í hesum tíðarskeiði eisini kunnu síggjast av øðrum enn haldarum. Hetta gevur ikki haldarum mishaldsrættindi. Útbreiðsluøkið fyri tænastuni hjá Televarpinum kann ikki lýsast heilt neyvt,og Televarpið kann tí ikki veita trygd fyri, júst hvar tað ber til at taka mótitænastuni.

Tað áliggur haldaranum fyri egna rokning og ábyrgd at hava neyðugartøkniligar innleggingar. Hetta er eisini galdandi fyri móttakara ogantennuviðurskifti. Ein fortreyt fyri at kunna síggja tænastuna, er, athaldarin býr í einum útbreiðsluøki fyri tænastuni hjá Televarpinum, at allarneyðugar tøkniligar innleggingar eru gjørdar, og at haldarin nýtirmóttakara av slagi, ið Televarpið hevur mælt til.

Møguligar útreiðslur til montørhjálp eru ikki partur av haldinum.Um kodningstøknin verður broytt, hevur haldarin sjálvur skyldu til at syrgjafyri nýggjum tøkniligum innleggingum, sum møguliga gerast neyðugar.Í tann mun, føroysk lóggáva ikki forðar fyri tí, kann Televarpið sjálvt nýtaog/ella víðarihanda skrásettar upplýsingar um haldaran til rásveitarar o.o.til nýtslu til marknaðarføring av sjónvarpssendingum og tílíkum tænastum.Neyðugar dagføringar av ritbúnaði (software) í móttakara hjá haldarunumkunnu koma fyri. Televarpið ger hesar dagføringar loftvegis. Haldarin mátá sjálvur taka stig til, at fáa dagføringarnar at virka í móttakara eftirbrúksvegleiðingini til móttakaran.

 

Grein 12 í viðskiftatreytunum hjá Televarpinum er soljóðandi

§ 12 Uppsøgn og broytingar

Báðir partar kunnu siga sáttmálan upp til næsta mánaðarskifti í seinastalagi tann 14. í einum mánaði, uttan so at serlig avtala er gjørd um aðrauppsagnarfreist. Sigur haldari upp sáttmálan eftir uppsagnarfreistina,rindar hann eisini fyri tænastuna, ið fellir til gjaldingar tann 1. í komandi

mánaði.Haldarin sigur sáttmálan upp við at lata haldarakortið inn til Televarpið ella

til góðkent sølustað. Tá haldarakortið verður latið inn, fær haldarin einakvittan fyri móttøku av haldarakortinum.Eitt hald kann ikki leggjast í dvala í eitt tíðarskeið, soleiðis at haldarin ikki

rindar fyri haldið.

 

Televarpið hevur rætt til at gera broytingar í viðskiftatreytunum og atfremja príslækkingar uttan fráboðan til haldaran, um broytingin burturav ertil frama fyri haldaran. Aðrar broytingar í viðskiftatreytunum hevurTelevarpið rætt til at fremja við 30 daga ávaring.Fráboðan um príshækking verður kunngjørd haldaranum beinleiðis ella íføroysku fjølmiðlunum.

 

Televarpið tilskilar sær rætt at hækka mánaðargjaldið og kortleigugjaldið við eini freist, sum er leypandi mánaði+ ein mánaði. Haldarin hevur skyldu til at boða Televarpinum frá bústaðarbroytingum ogøðrum viðkomandi broytingum. Fráboðanir, herundir fráboðanir um slit av

sáttmálanum millum partarnar, kunnu sendast haldaranum ella setast framá seinasta kunnuga bústaði hansara (hyggjaraadressuni), hóastbústaðarbroyting hevur verið, uttan so at Televarpið hevur fingið fráboðanum broytingina.Ynskir haldarin at broyta haldið, so at tað fevnir um aðrar ráspakkar, kann haldarin munnliga ella skrivliga biðja um broytingina. Umbøn um broyting

av haldi, verður sett í verk sama dag. Televarpið sendir síðani eina ordraváttan til haldaran við kunning um broytingina. Um haldarin ikki mótmælir innan 14 dagar, stendur broytingin við.

Nýggjur sáttmáli ella nýggj sjálvvirkandi gjaldsflyting skal ikki undirskrivast í hesum sambandi.

 

Gjald fyri broyting av haldið, ið er skrásett innan 15. í einum mánaði,verður broytt frá 1. í mánaðinum eftir. Gjald fyri broyting av haldið, ið erskrásett 15. ella seinni í einum mánaði, verður broytt frá 1. í næstkomandimánaði, tó við gildi frá 1. í mánaðinum eftir broytingina. Er haldið broytt fleiri ferðir í sama mánaði 15. ella seinni í mánaðinum, verður gjaldið ásett eftir síðstu broytingini. Í teimum førum tá haldarin minkar um hald sítt 15. ella seinni í einum mánaði, tekur broytingin (gjald og tænasta) ikki við, fyrr enn tann 1. í næstkomandi mánaða

 

Grein 1 í marknaðarføringslógini er soljóðandi

Góður marknaðarføringssiður

§ 1. Tey, ið smbrt. § 2 eru umfatað av hesi lóg, skulu sýna góðan marknaðarføringssið við atliti til brúkaran, vinnurekandi og almenn samfelagsáhugamál.

Viðmerkingar til grein 1.

Ætlanin er, at hendan heildartreyt um at sýna góðan marknaðarføringssið kann nýtast ímóti

øllum sløgum av órímiligum sølu- og lýsingatiltøkum, ímóti eftirgerð og aðrari misnýtslu av

avriki hjá vinnurekandi, ímóti órímiligum avtalutreytum, og til tess at verja persónligt sjálvræði

umframt heimafrið.

Málið um Televarpið.

Sagt verður m.a. í kæruni:

  • At um miðjan apríl 2010 kemur eitt skriv frá Televarpinum, har tað verður fráboða at gjaldi á haldinum frá Televarpinum fer at hækka, og at haldi fer at broytast frá 1. Maj 2010.
  • At kærari metir ikki, at Televarpið hevur heimild til at hækka gjaldi og broyta verðandi hald. Men at um Televarpið ætlar at stovna nýtt hald við nýggjum innihaldi so eiga teir at at seta nýtt hald á stovn.

Televarpið sigur m.a. í hoyringsskrivið:

  • At Televarpið í mars 2010 var í samband við Brúkaraumboðið í sambandi við prís – og rásbroytingar, sum skuldu fráboðast kundunum hjá Televarpinum.
  • At tilfar (kunningarlýsing, tíðindaskriv og bræv til kundarnar) varð í mars sent brúkaraumboðnum til viðmælis, so Televarpið kundi gera møguligar broytingar, um neyðugt fyri at møta ásettum treytum og góðum handilsiðið.
  • At Brúkaraumboðið góðkendi tilfarið og var samt við Televarpið um, at Televarpið skuldi senda kunningarskriv út til allar kundar sínar við POSTA, umframt at hava lýsingar í Dimmalætting og í Sosialinum. Harafturtrat kunnaði Televarpið um broytingarnar á Rás 1, sum allir kundar hava atgongd til og somuleiðis á heimasíðuni hjá tv.fo.
  • At Televarpið spurdi Brúkaraumboðið í mars, hvussu Televarpið skuldi fyrihalda seg til teir kundar, sum møguliga ikki fingu brøvini av einar ella aðrari orsøk, t.d. tí kundarnir ikki høvdu fráboða Televarpinum um nýggjan bústað. Her svaraði Brúkaraumboðið, at Televarpið hevur gjørt tað, sum Televarpið kann gera við at kunna um broytingar og kann ikki læstast fyri, at nøkur brøv ikki koma fram til rætta viðkomandi til tíðina ella als ikki.
  • At brævið frá Televarpinum má vera komið fram til kærara uml. miðjan apríl. Televarpið vil í hesum sambandi staðfesta, at brøvini um kunning um broytingarnar frá 1. mai 201 øll vórðu send út við POSTA síðst í mars.
  • At sambært viðskiftatreytunum hjá Televarpinum í grein 3 stendur, at Televarpið kann broyta skapið á skíggjamyndini, rásum og ráspakkum. At tá kærari so framførur, at haldið ikki kann broytast og tað tí er eitt nýtt hald, so er tað ikki í samsvari við viðskiftatreytirnar, sum hon hevur undirskrivað og góðtikið.
  • At tað eisini í grein 3 í viðskiftatreytunum stendur, at í tann mun tað ber til, boðar Televarpið frá broytingum tveir mánaðir áðrenn broytingar verða framdar. At televarpið øll árini hevur praktiserað at boða kundunum frá minst ein mánaða áðrenn broytingarnar í rásum og/ella pakkum verða framdar. Harumframt bar í hesum ítøkiliga føri ikki til hjá Televarpinum at boða kundunum frá við kunningini við longri freist enn ein mánaða.
  • At Televarpið metir seg hava gjørt sær stóran ómak fyri at kunna kundar sínar um nevndu broytingar og innan fyri rímiliga freist.

 

Niðurstøða

Tað er ásett í grein 3 í viðskiftatreytunum hjá Televarpinum, at Televarpið kann bróyta skapið á skíggjamyndini, rásum og ráspakkum. Televarpið hevur sostatt haft til at fremja rásbroytingar tann 1. maj 2010, og rásbroytingin førir ikki við sær, at talan er um eitt nýtt hald.

Tað er ásett í grein 3 at kunningarfreistin fyri rásbroytingum er tveir mánaðir í mun til tað ber til.

Tað bar ikki til hjá Televarpinum í hesum ítøkiliga føri at kunna um broytingina við longri freist enn einum mánaði. Televarpið hevur harumframt haft siðvenju at kunna um broytingar í rásum/ og ella pakkum ein mánað frammandun.

Skrivið har tað verður boða frá  um broytingar í rásum, er komin fram til kærara um miðjan apríl. Televarpið kann ikki lastast fyri at skrivið ikki er komi fram fyrr enn um miðjan apríl, av tí Televarpið kann prógva, at brøvini við kunning um broytingarnar vóru send við POSTA síðst í mars.

Televarpið hevur harumframt kunna um broytingarnar við lýsingum í Sosialilnum, Dimmalætting, Rás 1, og á heimasíðuni hjá Televarpinum.

Brúkaraumboðið metir ikki, at Televarpið hevur skyldu sambært viðskiftatreytunum í hesum ítøkiliga føri at boða frá broytingum í rásum við eini freist, sum er longri enn ein mánað.

Brúkaraumboðið metir, at Televarpið hevur kunna um broytingarnar á ein nøgtandi hátt, og at ein  freist á ein mánað eisini er nøgtandi.  Televarpið hevur sostatt sýnt góðan marknaðarføringssið.

Televarpið hevur heimild sambært grein 12 í viðskiftatreytunum at hækka mánaðargjaldið og kortleigugjaldið við eini freist, sum leypandi mánaður + ein mánað.

Televarpið hevur yvirhildið freistina við at senda brøv út síðst í mars, umframt at kunna um prísbroytingina í fjølmiðlunum og á heimsíðuni hjá Televarpinum.

Brúkaraumboðið ger ikki meira við hettar mál.