03.09.2009

Brúkaraumboðið fer at kunngerða fyrstu leiðreglur og vegleiðingar á Tele økinum í Føroyum til frama fyri brúkaran og tey vinnurekandi.

Brúkaraumboðið og FT Samskifti er komið ásamt um, at lýsingarherferðin um tænastuna SamanHald kundi verið neyvari, tá ið talan er um prísupplýsing og treytir, sambært galdandi marknaðarføringslóg. Sjálvt um FT Samskifti í stóran mun hevur fylgt  galdandi reglum, kundi nakrar treytir viðvíkjandi tænastuni verði lýstar neyvari.

FT Samskifti vil framyvir leggja størri áherðslu á, grein 3 og 9 í marknaðarføringslógini, so at prísir og treytir ganga greitt og týðiliga fram á øllum lýsingum, so til dømis minstiprísur fyri eina tænastu framgongur.

Eftir ætlan steðgar lýsingarherferðin um SamanHald í komandi viku, og tí verða lýsingarnar ikki broyttar í hesum umfarið. Tá FT Samskifti kemur við nýggjum lýsingarherðferðum, verða broytingar, sum FT Samskifti og Brúkaraumboðið er komið ásamt um, framdar.

Marknaðarføringslógin er nýggj og bæði fyritøkur og lýsingarstovur skulu finna sítt stev í mun til lógina. Fyri at stuðla undir hesum og fremja góðan marknaðarføringssið fer brúkaraumboðið at gera leiðreglur og vegleiðingar. Eitt uppskot til leiðreglur á tele økinum verður í næstum sent til telefeløgini á føroyska marknaðinum til hoyringar. Viðkomandi vinnu- og brúkarafeløg fáa eisini hesar leiðreglur og vegleiðing til hoyringar. Henda vegleiðing er at finna hjá danska brúkaraumboðsmanninum, og verður henda nýtt sum fyrimynd hjá føroyska brúkaraumboðnum.

Ongar leiðreglur ella vegleiðingar fyri góðan marknaðarføringssið finnast í dag á tele økinum í Føroyum, tí fegnast FT Samskifti um at hesar verða til taks í framtíðini, so at øll nútíðar brúkaraatlit verða tikin við, tá ið marknaðarføring verður framd.

Í sambandi við hoyringina av málinum, so hevur FT Samskifti sýnt gott samstarv og skjóta og greiða avgreiðslu.

Brúkaraumboðið,

Vágur tann 10. juli 2009