28.02.2011

Forsøla hjá tónleikafestivalum í Føroyum.

Í Brúkaratáttinum í morgunsendingini hjá Kringvarpi Føroya tann 17. februar 2011, var fylgjandi spurningur settur fram av lurtara:

Til brúkaraumboðsmannin

Viðvíkjandi atgongumerkjum til tónleikafestivalar

Í hesum døgum er møguleiki fyri at keypa atgongumerkir til teir ymsu tónleikafestivalarnir í summar. Trupulleikn er bert hann, at keyparin veit ikki hvat tað er, hann keypur.

Eingi nøvn á tónleikarum eru kunngjørd enn, og verða tað neyvan í bræði.

Tað er sjálvandi ikki líkamikið hvør spælir. Tað er ikki líkamikið um tað eru Vikingarna, sum spæla ella tað eru Rolling Stones.

Tí kenna vit okkum brúkarar, eitt sindur drignar uppá tráð.

Brúkaraumboðið metti, at tað var ikki í tráð við góðan marknaðarføringarsið[1], at brúkarin ikki visti hvat hann keypti, tá ið forsølan byrjar uttan at nøkur nøvn eru kunngjørd.

Seinni um dagin í tíðindasendingini, svaraðu umboð fyri Summarfestivalin og G-Festivalin, at tað ber ikki til at skipa fyri festivalum, um so er at øll nøvnini, skulu verða greið ísv. við forsøluna av atgongumerkjum. Eisini var víst á, at festivalar t.d. í Danmark ikki hava øll nøvn klár, tá ið forsølan byrjar.

Brúkaraumboðið valdi at taka málið upp til hoyringar, og hevur verið á fundi við umboð fyri Summarfestivalin í Klaksvík tann 24. februar 2011. Umboðini fyri Summarfestivalin hava víst m.a. á hesi viðurskifti:

  • Tað er eitt ynski frá brúkaranum, at forsølan byrjar longu í desember, fyri at fáa møguleika at fáa bíligari atgongumerkið, og at høvið verður at brúka tað til gávur.
  • Tað er ikki gjørligt at koma við eini skrá við nøvnum longu í desmber, við tað at samráðingar við bólkar verða framdar, og endalig svar ikki fyriliggja.
  • Summarfestivalurin metir at tað er av størri týdningi fyri brúkaran, at tað er vissa um nøvnini, so hvørt tey verða kunngjørd, ístaðin fyri at kunngera nøvn, sum síðani verða avlýst.
  • Eisini verður sagt, at Summarfestivalurin verður seldur sum ein heildarpakki, og ein felags uppliving.
  • Summarfestivalurin hevur í fleiri ár staðið fyri einum tiltakið, sum hevur verið sera væl vitja, og er økt hvørt ár, harið skráin altíð hevur verið skipað við fjøllbroyttum tónleikabólkum, og við nøkrum kendum bólkum uttanlanda.

Brúkaraumboðið metir at faktum er lýst, og at tað hevur størri týdning fyri brúkaran í forsøluni at fáa ein stóran avsláttur, sum tekur hædd fyri óvissuna við tónleikabólkanøvnum, ístaðin fyri at fáa eina endaliga skrá fyri fullan prís. Hinvegin verður tann brúkarin, har ið tað er avgerðandi fyri hvør spælir noyddir at bíða til skráin er endalig, og harvið keypa eitt atgongumerkið fyri fullan prís.

Niðurstøðan er tann, tá ið marknaðarføringarlógin § 1 um góðan marknaðarføringarsið[2] verður samanhildið við faktum, sum er víst til omanfyri, at brúkaraatlit eru tikin, hóast eingi nøvn eru kunngjørd, tá ið forsølan verður byrjað. Brúkaraumboðið metir, at tað hevði verið ein fyrimunur fyri allar partar, og betri í tráð við verandi brúkaraverndarlóg, at fleiri nøvn verða kunngjørd við byrjan. Tó er faktum, at hetta ikki er gjørligt í hesi vinnu, at fáa eina endaliga skrá við forsølubyrjan, við tað at bindandi tilsøgnir eru torførar at fáa tilvega, fyrr enn tónleikatiltøkini nærkast. Tað hevur eisini størri týdning fyri brúkaran, at endaliga skráin heldur, ístaðin fyri at fáa fleiri avlýsingar.

Samanumtikið metir Brúkaraumboðið ikki, at talan er um brot á marknaðarføringarlógina í hesum føri, og ger ikki meir við hetta mál.


[1] Góður marknaðarføringssiður  § 1. Tey, ið smbrt. § 2 eru umfatað av hesi lóg, skulu sýna góðan marknaðarføringssið við atliti til brúkaran, vinnurekandi og almenn samfelagsáhugamál.

[2] Ætlanin er, at hendan  heildartreyt um at sýna góðan marknaðarføringssið kann nýtast ímóti øllum sløgum av órímiligum sølu- og lýsingatiltøkum, ímóti eftirgerð og aðrari misnýtslu av avriki hjá vinnurekandi, ímóti órímiligum avtalutreytum, og til tess at verja persónligt sjálvræði umframt heimafrið.