11.01.2024

Orkað meldað til løgregluna

Brúkaraumboðið hevur meldað fyritøkuna Orkað til løgregluna fyri at hava framt brot á marknaðarføringslógina.

Brúkaraumboðið hevur móttikið tríggjar fráboðanir um, at Sp/f 16, undir navninum Orkað, hevur ringt ella smsa til borgarar, við tilboði um at reinsa skorsteinin, nú tey verða í økinum.

Sambært § 6 í marknaðarføringslógini er tað ikki loyvt í vinnuvirksemi at senda út lýsingar, ella á annan hátt at marknaðarføra, við elektroniskum samskifti so sum telduposti, sms ella telefon, uttan so, at móttakarin frammanundan hevur biðið um hetta.

Hetta hevur við sær, at bannað er at ringja til borgarar, við sølu fyri eyga, uttan samtykki frá teimum. Brúkaraumboðið metir eisini, at tað eru skerpandi umstøður í hesum máli, tí at Orkað í nøkrum førum hevur ringt fleiri ferðir til somu borgarar, hóast teir hava sagt frá, at teir ikki ynskja at verða uppringdir av felagnum.

Brot á § 6 verður revsað við bót.