22.08.2011

Tíðindaskriv um avtalutreytir hjá Skyn og Inni.

Tíðindaskriv

Eitt grundleggjandi avtalurættarligt hugtak er avtalufrælsi, sum merkir, at tað stendur pørtum frítt, hvørjar treytir ein ítøkulig avtala skal innihalda. Hetta er eisini galdandi fyri virksemi hjá fastognarmeklarum. Brúkaraumboðið skal í hesum sambandi gera brúkaran varugan við, at hesin við at geva tilboð um keyp av fastari ogn vísandni til grundregluna um avtalufrælsi ikki hevur skyldu at góðtaka eitt ómaksgjald frá seljarans fastognarmeklara á 1,5% av keypsupphæddini.

Brúkaraumboðið hevur móttikið eina fráboðan viðvíkjandi tilboðsskjølum hjá Skyn og INNI, har keypari bindur seg til at rinda 1,5 % av keypsupphæddini til fastognarmeklaran. Inni sigur í sínum hoyringssvari, at henda upphædd m.a. fevnir um útreiðslur til at skriva skeyti. Skyn sigur í sínum hoyringssvari, at soleiðis eru treytirnar fyri at geva tilboð, og at hesar treytir er keyparin kunnaður um, áðrenn tilboð verður givið.

Løgtingslón um keyp og sølu av fastogn o.a. er ikki samtykt enn og tí heldur ikki komin í gildi í Føroyum. Løgtingsuppskotið varð lagt fyri Løgtingið 10. august 2011. Fyrsta viðgerð er ikki ásett enn.

Um ein sambering verður gjørd við líknandi viðurskifti í Danmark, sæst, at líknandi framferðarháttur, sum hesin hjá Skyn og INNI verður mettur at vera greitt brot á § 15 í lóg om omsæting af fast ejendom. Ásetingin inniheldur eitt forboð móti dupultumboðan, og vísandi til hesa reglu kunnu danskir fastognarmeklarar ikki fáa provisión/salær frá bæði keypara og seljara í sama handli, uttan so at ein avtala um hetta verður gjørd við keyparan eftir at ein endalig avtala um keyp av einari fastari ogn er gjørd.

Eitt líknandi forboð framgongur av § 15 í uppskotinum til løgtingslóg um keyp og sølu av fastari ogn o.a., og Brúkaraumboðið er soleiðis av tí fatan, at fastognarmeklari – tá og um løgtingslógin um keyp og sølu av fastogn o.a. verður samtykt og sett í gildi – ikki longur lógliga kunnu nýta núverandi framferðarhátt. Í mun til fastognarmeklaran er tann privati seljarin eisini at rokna sum brúkari, og sum brúkari hevur hesin krav uppá, at tað ikki er nakar ivi um, at fastognarmeklarin tænir áhugamálum hansara. Við núverandi skipan verður eftir meting Brúkaraumboðsins sáddur ivi um, hvørt fastognarmeklarin er óheftur í mun til at tæna áhugamálum hjá seljara.

Brúkaraumboðið kann fyribils staðfesta, at hesin spurningur ikki er fevndur av marknaðarføringarlógini, og sum nú er heldur ikki av aðrari brúkaraverndarlóg í Føroyum. Avtalur millum fastognarmeklarar og keyparar er soleiðis fevnt av avtalufrælsi og vanligum avtalurættarligum grundreglum, og av hesum fylgir, at keypari/brúkari hevur ikki skyldu at góðtaka eina treyt, har ið keypari skal rinda í viðurlag 1,5 % av keypsupphæddini til seljarans fastognarmeklara.

Bæði Skyn og INNI eru kunna um hesa meting hjá Brúkaraumboðnum.