05.09.2011

Tíðindaskriv um prísmarknaðarførsluna hjá venjingarhallunum.

Brúkaraumboðið skal sambært MFL § 22, stk. 1 við samráðingum royna at ávirka vinnurekandi at virka eftir meginreglunum fyri góðan marknaðarføringssið og yvirhøvur at halda lógina. Vísandi til ásetingina hevur Brúkaraumboðið kannað prísmarknaðarførsluna hjá venjingarhallunum.

Í sambandi við kanningini av prísmarknaðarførsluni hjá venjingarhallunum hevur Brúkarumboðið havt samband við ávikavist Vælvera Fitness, Yndi Fitness og Faroe Fitness. Brúkaraumboðið hevur gjørt vart við § 13, stk. 1 í marknaðarføringslógini. Ásetingin hevur við sær, at tann vinnurekandi, tá høld við bindingstíð verða marknaðarført, hevur skyldu til at upplýsa tann samlaða kostnaðin, sum brúkarin í minsta lagi kemur at gjalda sambært avtaluni – tvs. prísurin íroknað øllum mánaðarligum kostnaðum, avgjøldum, ómaksgjøldum og stovningskostnaðum o.a. Prísmarknaðarførslan hjá tveimum av trimum venjingarhallum luku ikki treytirnar í hesi áseting.

Lóglig nýtsla av orðingini ”ókeypis” í marknaðarføringshøpi er treytað av, at brúkarin kann fáa veitingina uttan mótveiting ella gjaldi, heldur ikki til fyrisiting, sendingarkostnaðum ella ómaksgjøldum. At fáa ”ókeypis”-vøruna má sostatt ikki vera treytað av keypi ella av, at brúkarin má rinda kostnaðir av nøkrum slagi til tann vinnurekandi. Um so er, at orðingin ”ókeypis” verður nýtt ímóti hesum, er talan um brót á § 3, stk. 1 og 2 í marknaðarføringslógini um villleiðandi og óhóskandi marknaðarføring. Ein av venjingarhallunum fekk boð um hetta.

Venjingarhallinar hava tikið áheitanina til eftirtektar, hava rættað marknaðarføringsátøkini í samsvari við tað omanfyrinevndu og vilja tryggja, at komandi marknaðarføringsátøk verða framd í samsvari við ásetingunum í marknaðarføringslógini.