21.02.2012

Upplýsingar um verulig viðurskifti skulu kunna skjalprógvast

Upplýsingar um verulig viðurskifti í marknaðarføringsátøkum skulu kunna skjalprógvast fyri ikki at vera villleiðandi. Ein fráboðan sum “Ultralipo viðgerðin fæst BERT á viðgerðastovuni hjá Ergo Vælveru” er ein upplýsing um verulig viðurskifti, og skula tí kunna skjalprógvast fyri ikki at vera villleiðandi sambært § 3, stk. 1 og stk. 2 í marknaðarføringslógini.

Brúkaraumboðið hevur móttikið eina klagu um omanfyri nevndu marknaðarføring hjá Ergo Vælveru. Í sambandi við málsviðgerðini hevur Brúkaraumboðið kunnað Ergo Vælveru um, at marknaðarføringslógin í § 3, stk. 3 áliggur tí vinnurekandi skyldu til um neyðugt at skjalprógva   fráboðanir um verulig viðurskifti.

Tilfarið, sum Brúkaraumboðið i hesum sambandi hevur móttikið, krevur eina tekniska meting av viðgerðarháttinum “kavitation”. Brúkaraumboðið hevur ikki serkunnleika til at gera eina slíka meting og hevur tí heitt á Ergo Vælveru um ikki at brúka hesa somu orðing í sambandi við marknaðarføringini so longi sum tann vinnurekandi ikki kann lyfta próvbyrðina smb. § 3, stk. 3 í marknaðarføringslógini. Ergo Vælvera er vælkomið at útvega eina óhefta serfrøðingaútsøgn við vón um at kunna lyfta próvbyrðina, sum er ásett við lóg.

Brúkaraumboðið ger sum nú er ikki meira við málið.