Børn og ung

Børn og ung, og serliga yngri børn, megna ikki, ella hava trupulleikar við at gjøgnumskoða og meta um marknaðarføring. Børn og ung eru tí løtt at ávirka, og vanta royndir og evni til at meta um ymisk viðurskifti. Marknaðarføring, ið vendir sær til børn og ung, má ikki beinleiðis ella óbeinleiðis eggja til harðskap, rúsevnismisnýtslu, herundir alkoholnýtslu, ella til aðra vandamikla ella fyrilitaleysa atferð. Vinnurekandi skulu vísa serlig atlit, tá marknaðarført verður mótvegis børnum og ungum