Børn sum seljarar

Børn Í Gummistylvum

Vinnurekandi mugu í útgangsstøðið ikki brúka børn og ung í sølu - og marknaðarætlanum. Heldur ikki mugu børn og ung brúkast til at fáa fatur á vinum teirra. Talan kann vera um ein órímiligan framferðarhátt, sum byggir á, at góðtrúnið og loyaliteturin hjá børnum verður misbrúktur.

Vinaútvegan

Vinaútvegan er, at ein vinnurekandi heitur á kundar sínar um at útvega nýggjar kundar millum vinir og kenningar, og fáa vørur ella "gávur" ella aðra samsýning aftur fyri avrikið. 

Dømi um vinaútvegan er, at ein vinnurekandi - t.d. gjøgnum eitt ítrótta - ella ungdómsfelag - fær samband við børn og ung, ið skulu vera seljarar t.d. av eini fartelefon, har partur av vinninginum fer til felagið. Tey ungu hava trupult at gjøgnumskoða vinnuliga endamálið, og tey eru ikki før fyri frammanundan at síggja trupulleikarnar við at sleppa av við vøruna. Hin vinnurekandi misnýtir harvið tann loyalitet, sum tey ungu hava yvir fyri felag teirra, vælviljan hjá foreldrum og vinum mótvegis hinum unga og tann vælvilja, ið annars yvirhøvur er í fólkinum yvir fyri børnum og ungum. Og tey, ið verða útvegað - foreldur og vinir - hava trupult við at siga nei við ein, tey kenna. 

Brúkaraumboðið hevur viðgjørt mál, har fyritøka sendi skriv til nakrar 7. flokkar, og eggjaði teimum til at hjálpa fyritøkuni við at fáa fleiri kundar. Málið kann lesast her

Børn og ung skulu sjálvandi hava møguleika at hava frítíðarstørv í handlum ella luttaka í øðrvísi sølu - og marknaðarføringsarbeiði sum partur av innsavnan til frítíðar - og ítróttafeløg. Til dømis kunnu skótar luttaka í sølu av jólatrøum og fáa ein part av vinninginum. 

Tað er eisini í stríð við § 4 um fjalda lýsing, um vinaútveganin verður hildin loynilig. Tú kanst lesa meira um fjaldar lýsingar her