Góður siður

Børn Og Ein Vaksin

Góður marknaðarføringssiður yvir fyri børnum og ungum merkir, at fyritøkur skulu vísa serliga etiska ábyrgd, tí at børn og ung eru lættari at ávirka enn vaksin. Sum vinnurekandi skalt tú taka atlit til aldurin hjá barninum - jú yngri barnið er, jú størri krøv vera sett. Tá tú marknaðarførir, har børn og ung eru partur av málbólkinum, skalt tú hava niðanfyristandandi í huga:

  • Marknaðarføringin má ikki gera sær dælt av kenslum. Sum dømi kann nevnast, at vinnurekandi ikki mugu gera sær dælt av ótta, einsemi, lágum sjálvsvirði ella ynski um at passa inn. Lýsingar mugu ikki geva ábendingar um, at barnið verður meira vælumtókt, flottari ella eydnuríkari av vøruni.

  • Børn eiga ikki at vera útsett fyri marknaðarføring, ið einans er ætlað vaksnum. Dømi um óhóskandi tilburðir í marknaðarføring til børn og ung, er eitt nú harðskapur og sex.

  • Marknaðarføringin má ikki villleiða. Lýsingar eiga ikki at geva børnunum falskar væntanir, og vinnurekandi eiga ikki at goyma týðandi upplýsingar.

  • Marknaðarføringin eigur ikki at trýsta børn ella foreldur teirra til keyp.

  • Innsavnan av upplýsingum um børn krevur serligt ansni og aloftast samtykki frá foreldrum.