Kappingar við vinningum, ið ikki hóska seg til børn og ung

Vinnurekandi, ið hava kappingar við vinningum, ið ikki hóska seg til børn og ung, skulu seta aldursmark á kappingina. Vinnurekandi skulu upplýsa greitt fyri borgarum, at kappingin er bert galdandi fyri tey, sum eru 18 ár og eldri. Brúkarumboðið hevur viðgjørt nøkur mál, har vinningurin ikki var hóskandi fyri borgarar undir 18 ár.

Avgerð

28. august 2024

Lógargrundarlag

Marknaðarføringslógin § 8

Vinningur var ífylla til varrarnar (fillers)

Brúkaraumboðið legði merki til eina kapping á Facebook síðuni hjá eini fyritøku, har til bar at vinna ífyllu til varrarnar, ella sokallað “lipfiller” til sín og eina vinkonu, har einki aldursmark var sett á hesa kapping. 

Brúkaraumboðið vísti á § 8 í marknaðarføringslógini, og gjørdi vart við, at tað er 18 ára aldursmark fyri at fáa kosmetiska viðgerð, og tí eigur tað ikki at vera møguligt, at børn og ung undir 18 ár kunnu luttaka og vinna kosmetiskar viðgerðir. Brúkaraumboðið vísti at enda á, at fyritøkan átti at upplýst klárt og týðiligt fyri borgarunum, at kappingin einans var galdandi fyri tey sum eru 18 ár og eldri. Fyritøkan rættaði henda feilin beinanvegin, og Brúkaraumboðið gjørdi tí ikki meira við málið. 


Vinningur var rúsdrekka

Brúkaraumboðið viðgjørdi m.a. tvey mál, har vinnurekandi lýstu við rúsdrekka á sosialu miðlunum. Tað fyrra málið fevndi um eina fyritøku, ið lýsti við teirra nýggjastu cider á Facebook og á Instagram. Ein kapping var knýtt at hesi lýsing, har til bar at vinna tvær rammur av hesum nýggja slagi. Einki aldursmark varð sett á kappingina, og tí kundi ein og hvør, sum hevði ein Facebook ella Instagram vanga vinna.

Brúkaraumboðið setti seg í samband við fyritøkuna, og greiddi frá um § 8 í marknaðarføringslógini. Víst var á, at hóast at fyritøkan ikki metti seg hava “børn og ung” sum málbólk, so skal orðingin í lógini skiljast breitt. Orðingin í marknaðarføringslógini “børn og ung” verður tulkað sum børn og ung undir 18 ár. 

Fyritøkan broytti kappingina, so tað sást greitt, at tað 18 ára aldursmark fyri at luttaka í kappingini. 

GG! Eftir at henda avgerð er tikin, er rúsdrekkalógin broytt. Tað er nú forboð fyri at lýsa við rúsdrekka á øllum miðlum. Løgmálaráðið varðar av rúsdrekkalógini, og mál um brot á rúsdrekkalógina kunnu fráboðast løgregluni. 

Vinningurin var ein botox viðgerð

Brúkaraumboðið setti seg í samband við fyritøku, sum hevði kapping á Facebook og Instagram, har vinningurin var ein botox viðgerð. Persónar skulu vera 18 ár fyri at kunnu fáa slíka kosmetiska viðgerð, og tí eigur aldursmark at vera ásett fyri at luttaka í kappingini.

Brúkaraumboðið gjørdi tí greitt, at tað er 18 ára aldursmark fyri at fáa kosmetiska viðgerð, og tí eigur tað ikki at vera møguligt, at børn og ung undir 18 ár kunnu luttaka og vinna botox viðgerðir. 
Brúkaraumboðið bað fyritøkuna upplýsa klárt og týðiligt fyri borgaranum, at kappingin bert er galdandi fyri tey sum eru 18 ár og eldri. Fyritøkan broytti lýsingina alt fyri eitt, og Brúkaraumboðið gjørdi tí ikki meira við málið.

Um lógargreinina

Orðingin í § 8 í marknaðarføringslógini “børn og ung” verður tulkað sum børn og ung undir 18 ár. Aldursmarkið fyri at hava ein vanga á Facebook er 13 ár, og tískil fevna hesi mál um aldursbólkin 13-17 ár. 
Kappingarnar venda sær til allar fylgjararnar hjá fyritøkuni. Hóast kappingin vendir sær til ein breiðan skara, og ikki serliga til børn og ung í aldrinum 13-17 ár, so metti Brúkaraumboðið, at kappingarnar eisini vendu sær til børn og ung millum 13-17 ár, sum hava Facebook og sum fylgja fyritøkuni. 

§ 8 í marknaðarføringslógini:

Marknaðarføring, ið vendir sær til børn og ung, skal taka atlit til natúrliga góðtrúnið hjá børnum og ungum, og teirra vantandi royndir og vantandi evni at meta um ymisk viðurskifti, sum hava við sær, at tey eru løtt at ávirka og ímerkja.

Stk. 2. Marknaðarføring, sum vendir sær til børn og ung, má ikki beinleiðis ella óbeinleiðis eggja til harðskap, rúsevnisnýtslu, herundir alkoholnýtslu, ella til aðra vandamikla ella fyrilitaleysa atferð, ella á annan ósømiligan hátt brúka harðskap, ræðslu ella pátrúgv.