Product placement í barnabók

Brúkaraumboðið mælti til at vera varin, tá ætlanin er at lýsa fyri vørumerkjum ella virkjum í barnabók. Hóast tað ikki er endaligt forboð fyri hesum í marknaðarføringslógini, so skal greitt upplýsast, at talan er um lýsing. Av tí at málbólkurin fevnir um børn undir skúlaaldur, metti Brúkaraumboðið tað vera ivasamt, um tað yvirhøvir ber til at upplýsa nóg týðiliga í eini bók, at talan er um lýsingar.

Avgerð

1. mai 2024

Lógargrundarlag

Marknaðarføringslógin § 8

Brúkaraumboðið fekk ein fyrispurning frá einum borgara, sum ætlaði at gera eina barnabók til børn undir skúlaaldur. Spurt varð, um loyvt er at gera eina barnabók við sokallaðum “product placement” í bókini. “Product placement” ella vøru plasering inniber, at vørumerkir ella nøvn á virkjum verða sett inn í bókina. 

Í hesum føri ynskti persónurin at vita, um loyvi var at nevna ella lýsa fyri vørum frá ávísum føroyskum fyritøkum ella vísa á ymiskar føroyskur fyritøkur sum ein part av søgugongdini í bókini. 
Brúkaraumboðið vísti á, at generelt er Brúkaraumboðið sera skeptisk, tá talan er um marknaðarføring til børn og ung.

Ásetingin í § 8 í marknaðarføringslógini fevnir um børn og ung frá 0-18 ár. Hetta er ein stórur aldursbólkur, og tí má hyggjast ítøkiliga eftir hvørjum einstøkum máli sær. 

Har er ikki eitt endaligt forboð í marknaðarføringslógini ímóti at gera slíkar bøkur, men tess yngri børnini eru, meira varsemi krevst. 
Brúkaraumboðið greiddi frá, at tað skal greitt og týðiliga upplýsast í bókini, at talan er um lýsingar. Tó metti Brúkaraumboðið, at um málbólkurin er børn undir skúlaaldur, so er sera ivasamt, um tað yvirhøvur ber til at upplýsa nóg týðiligt í eini bók, at talan er um lýsingar. 

Børn undir skúlaaldur eru nokk ikki før fyri at skilja hvat orðið “lýsing” merkir ella hvat
hetta inniber. Brúkaraumboðið vísti á, at tað var torført at koma við eini endaligari niðurstøðu áðrenn man hevur sæð bókina, men Brúkaraumboðið mælti avgjørt frá, at lýsingar verða brúktar í barnabókum!