Tryggingarfelag lat spæl við í tilfarinum til Bókaklubbalimirnar

Tryggingarfelag spurdi Brúkaraumboðið um eina forhandarmeting um eitt spæl sum tey ætlaðu at lata við í tilfarinum til Bókaklubbalimirnar.
Brúkaraumboðið metti ikki at spælið var í stríð við § 4 um fjalda lýsing ella § 6 um óumbidnar áheitanir. Men við § 8 í huganum, mælti Brúkaraumboðið til, at felagið brúkti spælið, har einki búmerki var staðsett við endan, har tey luttakandi komu í mál.

Avgerð

14. januar 2025

Lógargrundarlag

Marknaðarføringslógin § 5

Marknaðarføringslógin § 6

Marknaðarføringslógin § 8

Brúkaraumboðið viðgjørdi mál um skriv og spæl, ið varð sent út til bókaklubbalimirnar. Brúkaraumboðið fekk spæli í 2 ymiskum formum. Í tí eina var búmerki hjá tryggingarfelagnum staðsett, har luttakarin kom í mál, meðan tað á hinum var einki búmerki. Felagið spurdi serliga, um hetta slagið av tilfari kundi framstanda sum duld lýsing.


Brúkaraumboðið metti um talan var um brot á § 4 um fjalda lýsing. Í skrivinum, ið varð sent út, var tryggingarfelagið nevnt við navni sum høvuðsstuðul, og á sjálvum spælinum stóð navn og bústaður hjá felagnum niðast á síðuni. Tað var tí væl upplýst hvørjum tilfari kom frá. Brúkaraumboðið metti tí ikki at talan var um fjalda lýsing.

Síðan metti Brúkaraumboðið um talan var um møguligt brot á § 6 um óumbidnar áheitanir til ávísar móttakarar. Í § 6 í marknaðarføringslógini er forboð ímóti óumbidnum áheitanir til ávísar móttakarar, herundir eisini branding. Men av tí av tilfarið varð sent við posti, og ásetingin í § 6 snýr seg um elektroniskt samskifti, metti Brúkararumboðið ikki at talan var um brot á § 6.

Í § 8 í marknaðarføringslógini er áseting um børn og ung. Brúkaraumboðið vísti á, at vinnurekandi skulu sera varin, tá talan er um marknaðarføring, sum vendir sær til børn og ung. Í § 8 er ásett, at marknaðarføring, ið vendir sær til børn og ung, skal taka atlit til natúrliga góðtrúnið hjá børnum og ungum, og teirra vantandi royndir og vantandi evni at meta um ymisk viðurskifti, sum hava við sær, at tey eru løtt at ávirka og ímerkja.

Brúkaraumboðið metti kortini ikki, at talan var um brot á § 8 í hesum føri, tí at roynt verður ikki, at ávirka børnini til at keypa eina ávísa vøru ella tænastu, og tí at børn eru ikki málbólkurin fyri eftirlønaruppsparing. Men við § 8 í huganum, mælti Brúkaraumboðið tó til, at
felagið brúkti spælið, har einki búmerki var staðsett við endan, har tey luttakandi komu í mál.