Vinnurekandi skipaðu fyri kappingum, har til bar at vinna rúsdrekka

Vinnurekandi, ið hava kappingar við vinningum, ið ikki hóska seg til børn og ung, skulu seta aldursmark á kappingina. Vinnurekandi skulu upplýsa greitt fyri borgarum, at kappingin er bert galdandi fyri tey, sum eru 18 ár og eldri. Eisini minti Brúkaraumboðið á, at tað er eitt fullkomið bann fyri at lýsa fyri rúsdrekka. Brúkarumboðið hevur viðgjørt tvey mál, har vinningurin ikki var hóskandi fyri borgarar undir 18 ár.

Avgerð

4. desember 2025

Lógargrundarlag

Marknaðarføringslógin § 8

Tvey vinnurekandi skipaðu fyri kappingum á sosialum miðlum, har til bar at vinna rúsdrekka. Einki aldursfiltur varð sett á kappingarnar, og Brúkaraumboðið setti seg tí í samband við tey vinnurekandi.

Í tí eina málinum var talan um fyritøku, ið sjálv framleiðir rúsdrekka. Tey luttakandi kundu tí vinna eitt úrval av vørunum hjá fyritøkuni. Brúkaraumboðið setti seg í samband við fyritøkuna, og vísti á § 8, stk. 2 í marknaðarføringslógini, sum ásetir:

 "§ 8. stk. 2. Marknaðarføring, sum vendir sær til børn og ung, má ikki beinleiðis ella óbeinleiðis eggja til harðskap, rúsevnisnýtslu, herundir alkoholnýtslu, ella til aðra vandamikla ella fyrilitaleysa atferð, ella á annan ósømiligan hátt brúka harðskap, ræðslu ella pátrúgv.

Eisini vísti Brúkaraumboðið á, at orðingin í marknaðarføringslógini “børn og ung” verður tulkað sum børn og ung undir 18 ár. Aldursmarkið fyri at hava ein vanga á Facebook er 13 ár, og tískil fevnir hetta málið um aldursbólkin 13-17 ár. Henda kapping vendir sær tí til allar fylgjararnar hjá fyritøkuni. Hóast kappingin sum heild vendir sær til ein breiðan skara, og ikki serliga til børn og ung í aldrinum 13-17 ár, so metti Brúkaraumboðið, at kappingin vendir sær eisini til børn og ung millum 13 og 17 ár, sum hava Facebook og sum fylgja fyritøkuni.

Brúkaraumboðið gjørdi tí vart við:

  • at 18 ára aldursmark er fyri keypa av rúsdrekka, og tí eigur tað ikki at vera møguligt, at børn og ung undir 18 ár kunnu luttaka og vinna rúsdrekka. 
  • at, tá tað á sosialum miðlum verður lýst við kapping, har vinningur er rúsdrekka, eigur aldursfiltur at setast á, soleiðis at lýsingin bert verður víst fyri persónum 18 ár og eldri.

Brúkaraðumboðið heitti á fyritøkuna, at tryggja at lýsingarátøk ella kappingar á sosialum miðlum, ið innihalda rúsdrekka, ikki verða víst fyri persónum undir 18 ár. Um tað ikki bar til at seta aldursfiltur á, varð fyritøkan biðin um at taka kappingina av alt fyri eitt. Fyritøkan endaði kappingina.

Í hinum málinum var talan um náttklubba, ið hevði tvær kappingar á Facebook, har til bar at vinna eina fløsku av Drakkar við blandi. Tað einasta tey luttakandi skuldu gera fyri at luttaka í kappingini, var at viðmerkja nøkur vinfólk. Brúkaraumboðið vísti fyrst á, at hetta var í stríð við § 6 í
marknaðarføringslógini, tí kappingar mugu ikki vera treytaðar av, at fólk skulu frámerkja onnur fyri at luttaka. Í § 6 er ásett forboð viðvíkjandi beinleiðis
marknaðarføring millum vinnurekandi og brúkara. Ásetingin er soljóðandi: 

§ 6. Stk. 1: Tað er ikki loyvt í vinnuvirksemi at senda út lýsingar, ella á annan hátt at marknaðarføra, við elektroniskum samskifti so sum telduposti, sms, mms ella líknandi, sjálvvirkandi uppkallingarskipan, telefaxi ella telefon, uttan so, at móttakarin frammanundan hevur biðið um hetta.

Brúkaraumboðið vísti síðan á § 8, stk. 2 í marknaðarføringslógini, sum ásetir, at marknaðarføring, sum vendir sær til børn og ung, ikki beinleiðis ella óbeinleiðis má eggja til harðskap, rúsevnisnýtslu, herundir alkoholnýtslu, ella til aðra vandamikla ella fyrilitaleysa atferð, ella á annan ósømiligan hátt brúka harðskap, ræðslu ella pátrúgv. Orðingin í lógini “børn og ung” verður tulkað sum børn og ung undir 18 ár.

Brúkaraumboðið vísti tí á 18 ára aldursmarkið, eins og í fyrra málinum. 

Brúkaraumboðið umsitur og hevur eftirlit við marknaðarføringslógini, men vísti kortini í samskiftinum á § 11 í rúsdrekkalógini, ið ásetur forboð ímóti at lýsa fyri rúsdrekka yvirhøvur á øllum miðlum. Ásetingin er soljóðandi:


“§ 11. Í miðlum, undir hesum eisini talgildum miðlum og øðrum miðlum, sum venda sær til ein skara í Føroyum, er ikki loyvt at lýsa við sølu, skeinking og útflýggjan av rúsdrekka.”

Brúkaraumboðið varar ikki av rúsdrekkalógini, og hevur tí ikki tulkingarmyndugleika um nær mett verður, at talan er um lýsing eftir rúsdrekkalógini.

Av tí at kappingarnar hjá náttklubbanum longu vóru endaðar, gjørdi Brúkaraumboðið ikki meira við málini, men heitti á náttklubban um at halda marknaðarføringslógina framyvir.