Marknaðarføring til børn og ung

Nathan Dumlao P5mxtyfgmmw Unsplash

Vinnurekandi skulu vísa atlit, tá marknaðarført verður til børn og ung. Marknaðarføring má ikki gera sær dælt av natúrliga góðtrúninum hjá børnum og ungum, teirra vantandi royndum og kritiskum sansi ella tær umstøður, at børn og ung eru løtt at ávirka og ímerkja.

Í § 8 í marknaðarføringslógini er áseting um at verja børn og ung. Brúkaraumboðið hevur gjørt eina vegleiðing út frá hesi áseting, og útfrá praksis á økinum. Hon kann lesast niðanfyri:

Vegleiðing um marknaðarføring til børn og ung

Aldursmarkið fyri at hava ein vanga á sosialum miðlum er í flestu føri um 13 ár. Børn og ung eru tí virknir brúkarar á sosialum miðlum. Eitt eyðkenni við sosialum miðlum er samanblandingin av persónligum og vinnuligum boðskapum. Børn kunnu hava torførari við at skilja ímillum nær og hvussu tey blíva ávirkaði av marknaðarføringini, og harvið eisini at skilja ímillum tann vinnuliga og tann persónliga boðskapin. 

 

Gott at hava í huga, tá marknaðarført verður til børn og ung

Um tín marknaðarføring er rættað mótvegis børnum og ungum, má marknaðarføringin ikki: 

  • Beinleiðis ella óbeinleiðis eggja til harðskap ella aðra vandamikla ella fyrilitaleysa atferð ella á annan ósømiligan hátt brúka harðskap, ræðslu ella pátrúgv.
  • Umrøða, vísa til ella vísa myndir av:
    • rúsevnum, herundir rúsdrekka.
    • óegnaðum vørum, t.d. heilsuskaðiligum vørum ella vørum, sum ikki lógliga kunnu seljast til børn og ung undir 18 ár (t.d. tatoveringar og kosmetiskar skurðviðgerðir), ella sum verður frámælt av myndugleikunum til børn og ung undir 18 ár.
  • Útinnast umvegis vanga á sosialum miðlum, ið hoyra til ella síggja út at hoyra til børn og ung undir 15 ár.
  • Brúka børn og ung undir 15 ár í marknaðarføring, uttan so at hesi innganga í einum natúrligum samanhangi fyri at vísa ella lýsa eina vøru.
  • Beinleiðis eggja børnum til keyp ella at eggja børnum til at fáa onnur (t.d. foreldur) at keypa eina vøru.

Aldursbólkurin børn og ung fevnir um persónar undir 18 ár. Vendir marknaðarføringin sær til persónar undir 18 ár, er skerpað krav um at frámerkja lýsing. Hetta er eisini galdandi, um ein lýsing vendir sær til bæði vaksin og børn.

Vinnurekandi mugu minnast til at frámerkja lýsingina á ein hátt, sum børn skilja. Vendir lýsingin sær móti smærri børnum, er serliga umráðandi at gera greitt, at hetta er ein lýsing, og á slíkan hátt, sum hesin aldursbólkur skilur.

Brúkaraumboðið skal vísa á, at í slíkum føri eigur tú at brúka eitt aldursfiltur fyri at tryggja tær, at børn og ung ikki síggja uppslagið.

Tað er ikki nóg mikið at skriva "18 ára aldursmark" á uppslagið. Tað er ábyrgdin hjá tí vinnurekandi at tryggja sær, at persónar undir 18 ár als ikki síggja marknaðarføringina.