Ofta spurt um børn og ung
Sambært marknaðarføringslógini verður orðingin "børn og ung" tulkað sum børn og ung undir 18 ár.
Í flestu førum er aldursmarkið fyri at hava eina vanga á sosialum miðlum 13 ár. Børn og ung undir 18 ára aldur eru tí virknir brúkarar á sosialum miðlum, og kunnu hava trupult við at skilja, tá eitthvørt er lýsing. Ávirkarin skal tí vísa greitt á tað, sum er lýsing. Kunningin skal vera á einum máli, sum børn og ung undir 18 ár duga at skilja.
Einstakar vørur og tænastur eru, sum tað ikki hóskar seg at lýsa fyri, um ávirkarin hevur fylgjarar undir 18 ár. Sum dømi um óhóskandi marknaðarføring á sosialum miðlum við ungum fylgjarum, kunnu vera lýsingar um klænkitilboð, brúkslán, tatovering og kosmetiska viðgerð.
Brúkaraumboðið hevur ikki ásett eitt mark fyri, hvussu stórur partur av fylgjaraskaranum skulu vera undir 18 ár fyri, at marknaðarføringin verður mett til eisini at venda sær til børn og ung.
Danska brúkaraumboðið hevur tikið avgerð í málið um ávirkara, ið lýsti fyri tatovering, har 12% av fylgjarunum vóru undir 18 ár. Hetta metti forbrúkaraumboðsmaðurin var nóg mikið til, at marknaðarføringin eisini vendi sær til málbólkin børn og ung. Væntast kann, at Brúkaraumboðið fer at leggja seg uppat danskari siðvenju.
Í einum lítlum samfelag sum tí føroyska, verður ikki sett krav til, at tann vinnurekandi skal hava fleiri túsund fylgjarar undir 18 ár. Er ein partur av fylgjarunum børn og ung undir 18 ár, kann tað vera nóg mikið til, at lýsingin eisini er rættað til henda málbólk, og skal lýsarin tískil halda seg innan lógarinnar karmar.
Um vinnurekandi gera kapping, har tað ber til at vinna ífyllu til varrar, botox, tatovering v.m., skal aldursmark vera sett á kappingina, soleiðis at hon ikki verður víst fyri brúkarum undir 18 ár.
Tá tað ikki er møguligt hjá børnum og ungum undir 18 ár, at keypa slíkar vørur og tænastur, eigur tað heldur ikki at vera møguligt, hjá børnum og ungum undir 18 ár at luttaka og vinna hesar vinningar.
Nei, vinnurekandi mugu í útgangsstøði ikki brúka børn og ung í sølu- og marknaðarætlanum. Heldur ikki mugu børn og ung brúkast til at fáa vinir, foreldur ella onnur til at keypa ávísar vørur ella tænastur, sum tey ungu fáa ágóðan av.