Ómyndug og avtalur

Signature

Tekning av haldi

Børn og ung undir 18 ár kunnu ikki skuldarbinda seg. Hetta merkir eitt nú, at børn og ung kunnu ikki stovna hald í eini venjingarstøð, einum ítróttarfelagi ella stovna hald hjá einum telefelagi, uttan samtykki frá foreldrum. Hetta er ásett í § 42, stk. 2 í verjumálslógini.

Sí áseting í § 42, stk. 2 í verjumálslógini her 

 

Um vinnurekandi ella feløg serliga venda sær móti børnum og ungum, eigur at framganga av avtaluni, at hon krevur samtykki frá foreldrum. Í hesum føri er talan um avtalur, ið innibera rættindi og skyldur, ið tann ómyndugi ikki sjálvur kann meta um ella átaka sær ábyrgdina av.

Tá foreldrini hava givið samtykki til limaskap, og brøv og vørur síðan verða send til barnið/hin unga, má hædd verða tikin fyri ásetingunum í hesi vegleiðing. 

Alt, sum verður sent, t.d. teldupostar og pakkar við posti, skal vera í tráð við haldaraavtaluna. Um tilboð verður givið um eyka bílegging út yvir tað avtalaða, má tað í skrivligum tilboði verða nevnt, at bíleggingin einans kann fara fram við samtykki frá foreldrunum.

 Hvat fevnir eitt samtykki um?

Eitt samtykki skal vera gjørt ítøkiligt. Tað vil siga, at tað klárt og uttan iva skal vera ávíst, hvat samtykki verður givið til, og tað skal framganga, hvussu samtykkið verður tikið aftur.

Eitt samtykki verður í útgangsstøði givið einum ávísum vinnurekandi. Samtykkið verður t.d. útvega gjøgnum undirskrift frá foreldrum. Vinnurekanndi mugu í marknaðarføringini týðuliga gera vart við, tá neyðugt er við samtykki frá foreldrum.

 

Nær krevst samtykki frá foreldrum?

Børn og ung eiga ikki at kunna melda seg til loyalitetskonsept ella tiltøk, ið binda kundar, uttan foreldranna samtykki. Boð ella postur í sambandi við hesi konsept skal sendast foreldrunum, tá talan er um tilboð til børn og ung ella áheitan til teirra um at lata ávísar persónligar upplýsingar.

Í útgangsstøði er ikki loyvt at senda lýsingar og aðra marknaðarføring umvegis elektroniskan post, umvegis sms-boð og líknandi, uttan at loyvi er givið frammanundan, sbr. § 6, stk. 1 í marknaðarføringslógini. Foreldur at børnum og ungum kunnu vegna børnini/tey ungu játta at móttaka slík elektronisk boð. Tá foreldrini hava givið samtykki til lýsingarboð umvegis elektroniskan post, og tá hetta síðan verður sent barninum/hinum unga, má hædd verða tikin fyri ásetingunum í vegleiðingini um marknaðarføring til børn og ung. Hon kann lesast her 

Ikki er loyvt vinnurekandi at heita á børn og ung um at ringja til eitt ávíst nummar, við ætlan um at fáa kunning um vøru ella líknandi marknaðarføring. Hetta er í stríð við § 6 í marknaðarføringslógini.

Tilboð um fjarsølu t.d. umvegis nethandil, ið vendir sær til børn og ung, má einans fara fram, um tað týðiliga verður tilskilað, at tey ungu skulu hava samtykki frá foreldrunum.

Loyvt er einans at biðja børn og ung um at upplýsa navn og bústað ella teldupostbústað við atliti til at senda marknaðarføringstilfar, um foreldrini hava givið samtykki til, at hetta tilfar verður sent - og ásetingarnar vegleiðingini um marknaðarføring til børn og ung annars verða fylgdar. Vegleiðingin kann lesast her

Loyvt er ikki at heita á børnini/tey ungu um at lata aðrar persónligar upplýsingar, eitt nú um familjuna og vinir og onnur. Vinnurekandi mugu eitt nú ikki heita á børn og ung um at upplýsa navn og bústað hjá vinum, familju og øðrum, ið kunnu hugsast at vera áhugaði í at keypa ella fáa eina vøru ella tænastu. Hetta er galdandi óansæð um gáva ella vinningur verður lovaður sum takk fyri hjálpina.