Haldaraavtalur
Tá tað kemur til haldaravtalur millum ein brúkara og ein vinnurekandi, so eru nakrar treytir knýttar at hesum. Virkir, sum bjóða haldaraskipan skulu m.a. í góðari tíð boða viðskiftafólkum sínum frá, áðrenn tey broyta treytir og prís á haldinum.
Ómaksgjøld í sáttmálaviðurskiftum
Vinnurekandi kunnu taka ómaksgjald, um tað er ásett í lóg ella avtalað av pørtunum í eini avtalu. § 15 í marknaðarføringslógini ásetur møguleikan hjá vinnurekandi í sáttmálaviðurskiftum at broyta ómaksgjøld og at leggja nýggj gjøld á.
Rokningar og gjaldsfreistir
Rokningar skulu altíð gjaldast til ásetta tíð. Meginreglan er, at rokningin eigur at verða goldin samstundis sum, at vøra ella tænasta verður móttikin.
Avtalur, ið tú gert sum brúkari
Tú kanst gera eina munnliga ella eina skrivliga avtalu. Munnliga avtalan er eins bindandi sum tann skrivliga, men tað kann gerast trupult at prógva avtaluna. Tað er tískil ein fyrimunur at gera skrivligar avtalur.