Haldaraavtalur

Haldaraskipan er ein avtala millum ein brúkara og ein vinnurekandi, har brúkarin vanliga rindar ein fastan prís fyri at fáa eina vøru, tænastu ella atgongd til hesar yvir eitt tíðarskeið. Ofta er talan um eina leypandi gjaldsavtalu, har brúkarin skal gjalda ein fastan prís hvønn mánað fyri at fáa vøruna ella tænastuna. Sum dømi um haldaraskipanir eru eitt nú tey, ið bjóða út telefon- og breiðbandshald, limahald til fitness, hald til bløð ella matskipanir.
Vinnurekandi sum bjóða haldaraskipanir, skulu tryggja sær, at brúkarar eru greiðir yvir, at teir eru tilmeldaðir eina haldaraskipan og hvat avtalan ítøkiliga inniber. Vinnurekandi hava skyldu til at kunna brúkarnar um týðandi upplýsingar í avtaluni. Hesar kunnu t.d. vera uppsagnartreytir.
Avtalutreytir og broytingar
Virkir kunnu í ávísan mun gera broytingar í avtalutreytunum. Hetta er tó treytað av, at virkið týðiliga hevur kunnað viðskiftafólk sítt um møguleikan fyri hesari broyting í avtalutreytunum, tá viðskiftafólkið skrivaði undir avtaluna.
Treytað av, at broytingin er kunnað í rímiligari tíð og at kunnað er um møguleikan fyri hesari broyting í avtalutreytunum, kunnu virkir t.d. broyta:
- gjaldsdagin fyri haldið
- innihaldið av rásum í sjónvarpspakkanum hjá tær
Alt eftir hvussu stór broytingin er, skal viðskiftafólkið hava møguleika at siga haldið frá sær, áðrenn broytingin kemur í gildi.
Prísbroyting
Fyrivarni um broytingar í avtaluni skal vera týðiligt, og tann vinnurekandi skal boða tær frá broytingunum í rímiligari tíð, áðrenn broytingarnar koma í gildi. Er talan um týðandi broytingar, t.d. munandi príshækking, skalt tú hava møguleika til at slíta avtaluna, áðrenn broytingarnar verða gjørdar.
Tann vinnurekandi skal seta seg í samband við teg, um týðandi broytingar eru í avtaluni. Tað er ikki nóg mikið, at kunning um hesar broytingar eru at finna í hølunum hjá tí vinnurekandi ella á heimasíðuni hjá tí vinnurekandi. Brúkaraumboðið hevur tikið avgerð í máli, har fitness fyritøka hækkaði prísin, uttan at kunningin kom rættstundis og summir kundar fingu als onga kunning. Avgerðin kann lesast her.
Nakrar broytingar eru av so stórum týdningi, at neyðugt er at gera eina nýggja avtalu. Er broytingin til fyrimunar fyri teg sum brúkara, t.d. ein príslækking, kann broytingin verða gjørd, uttan at tann vinnurekandi setir seg í samband við teg.
Lyfti um fastan prís
Um tann vinnurekandi hevur givið eitt lyfti um ein fastan prís í eitt ávíst tíðarskeið, er útgangsstøðið, at hann ikki kann hækka prísin. Hetta er eisini galdandi, hóast tú fært møguleika at slíta avtaluna orsakað av príshækkanini.
Hóast tann vinnurekandi sambært avtaluni ikki kann broyta ella slíta avtaluna, er tann vinnurekandi tó ikki bundin av avtaluni í alla tíð. Í ávísum førum kanst tú vænta, at tann vinnurekandi kann hava loyvi til at broyta ella slíta avtaluna. Tann vinnurekandi skal boða tær frá hesum í rímiligari tíð.
Televeitarar í Føroyum
Brúkaraumboðið hevur eftirlit við avtalutreytum hjá televeitarunum í Føroyum. Í tí sambandi hevur Brúkaraumboðið gjørt avtalu við teir stóru televeitarnar um leiðreglur á føroyska teleøkinum. Í avtaluni eru avtalutreytir, uppsagnartreytir v.m. ásett. Avtalan kann lesast her.
Góð ráð at hava í huga, tá tú skalt gera haldaraavtalu
Hevur tann vinnurekandi tilskilað sær rætt til at hækka prísin, kanna so undir hvørjum umstøðum tann vinnurekandi kann hækka prísin.
Er talan um munandi príshækkan, skal tann vinnurekandi seta seg í samband við teg og kunna um príshækkingina. Tann vinnurekandi skal boða tær frá í rímiligari tíð, áðrenn príshækkingin kemur í gildi, soleiðis at tú hevur møguleika at slíta avtaluna, áðrenn príshækkingin kemur í gildi.
Verður ómaksgjald kravt afturat, eigur tað at vera upplýst saman við prísinum.
Virkir kunnu í ávísan mun gera broytingar í avtalutreytunum. Hetta er tó treytað av, at virkið týðiliga hevur kunnað viðskiftafólk síni um møguleikan fyri hesari broyting í avtalutreytunum, tá viðskiftafólkið skrivaði undir avtaluna.
Treytað av, at broytingin er kunnað í rímiligari tíð og at kunnað er um møguleikan fyri hesari broyting í avtalutreytunum, kunnu virkir t.d. broyta:
- gjaldsdagin fyri haldið
- prísin á haldinum,
- innihaldið av rásum í sjónvarpspakkanum hjá tær,
Alt eftir hvussu stór broytingin er, skal viðskiftafólkið hava møguleika at siga haldið frá sær, áðrenn broytingin kemur í gildi.
Er talan um stórar ella týðandi broytingar, soleiðis at tað ikki longur er sama avtala, kann brúkarin ikki longur metast at vera bundin av avtaluni. Tá eigur nýggj avtala at vera gjørd.
Rættiliga vanligar uppsagnartreytir eru, at borgarar skulu boða frá t.d. hálvan mánað áðrenn avtalan verður uppsøgd. Hetta merkir so, at um borgarin ikki sigur frá innan hesa freist, so er hann bundin til at gjalda komandi mánaðin út.
Tað skal vera møguligt at uppsiga eina avtalu á sama miðli, sum hon er inngingin. Um ein vinnurekandi bjóðar brúkarum at melda til eina haldaraavtalu umvegis heimasíðu, teldupost ella telefon, skal tað eisini vera møguligt at uppsiga avtaluna á hesum miðli.
Tað kann kortini vera skilagott at uppsiga skriftliga, soleiðis at eingin ivi er um, nær og at avtalan er uppsøgd.
Kanna um ávísar treytir eru við í haldinum. Hesar kunnu t.d. vera at tú við haldinum bindur teg til eitt 3 mánaðar tíðarskeið fyri ein ávísan prís.
Kanna um avtalan umrøður avleiðingar av, at tað ikki verður goldið ella ikki verður goldið til tíðina. Tað mugu tó ikki vera órímiligar treytir, ið geva tí vinnurekandi stórar fyrimunir.