Ofta spurt um brúkaraavtalur
Nei. Kunnað skal altíð verða um prísbroyting. Haraftrat skal virkið hava kunnað viðskiftafólk síni um hesar broytingar í avtalutreytunum, tá ið viðskiftafólkið skrivaði undir avtaluna, og viðskiftafólkið skal hava møguleika at siga haldið frá sær, áðrenn prísbroytingin kemur í gildi. Brúkaraumboðið hevur tikið avgerð í málið, har fitness fyritøka hækkaði prísin, uttan at kunningin kom rættstundis og summir kundar fingu als onga kunning. Avgerðin kann lesast her.
Tað veldst um ávísu avtaluna millum brúkara og virki. Summir brúkarar eru bundnir at einum haldi, til teir sjálvir siga avtaluna frá sær. Aðrar avtalur hava ein lokadag frammanundan.
Sambært § 14, stk. 1 í brúkaraavtalulógini kunnu virkir í nøkrum førum binda brúkara, tó í mesta lagi í 12 mánaðir.
Serligar reglur kunnu vera galdandi fyri ávísar avtalur t.d. tryggingaravtalur, leigu av fastari ogn og kredittavtalur.
Ja. Men nevnir virkið gjaldið eitt PBS- ella Nets-gjald, skal gjaldið samsvara ta útreiðslu, virkið hevur til hesa gjaldsskipan, tí annars kann talan vera um villleiðing.
Børn og ung undir 18 ár kunnu ikki stovna hald í eini venjingarstøð, einum ítróttarfelagi ella stovna hald hjá einum telefelagi, uttan samtykki frá foreldrum. Hetta er tí, at persónar undir 18 ár eru ómyndigir og kunnu ikki skuldarbinda seg. Les meira um ómyndug og avtalur her.
Hesi kunnu eitt nú vera:
- ómaksgjald fyri at tekna eitt hald
- ómaksgjald fyri at umsita eitt hald
- ómaksgjald fyri at uppsiga eitt hald
- ómaksgjald í sambandi við at fakturi verður skrivaður