Ómaksgjøld í sáttmálaviðurskiftum
Eitt ómaksgjald er ein upphædd, sum verður goldin fyri eina serliga tænastu, funksjón ella veiting, sum er knýtt at keypinum av eini vøru ella tænastu, og sum ikki verður rindað fyri eina sjálvstøðuga veiting, t.d. fakturakostnaður, gjaldskostnaður og uppsagnarkostnaður.
Fyritøkur kunnu bara taka ómaksgjald, um tað er ásett í lóggávu ella avtalað av pørtunum. Í sáttmálaviðurskiftum hava partarnir ofta avtalað upphæddina á ómaksgjaldinum. Fyritøkur kunnu áseta ella broyta gjøld, um viðskiftafólkið greitt er kunnað um, at tað kann henda. Størri broytingar skulu verða kunnaðar viðskiftafólkunum einsæris.
Brúkaraumboðið hevur eftirlit við ómaksgjøldum sambært lóg um marknaðarføring. Ómaksgjøld í fíggjarstovnum, t.d. bankum, verða stýrd av millum øðrum kunngerðum hjá fíggjareftirlitinum um góðan sið. Kunna teg nærri um ómaksgjøld í sáttmálaviðurskiftum í vegleiðingini hjá Brúkaraumboðnum niðanfyri
Sí vegleiðing um ómaksgjøld í sáttmálaviðurskiftum her
Ómaksgjøld mugu ikki vera órímiliga høg í mun til tí veiting, sum tey vera goldin fyri. Fyritøkur skulu upplýsa brúkaran um samlaða prísin, íroknað ómaksgjald, áðrenn avtalan verður gjørd. Ein kostnaður, sum møguliga seinni kemur fyri, t.d. gjald fyri avrit av gomlum rokningum, skal ikki verða partur av samlaða prísinum, men skal sjálvandi vera avtalaður millum partarnar, um fyritøkan vil krevja tað.
Ofta settir spurningar um ómaksgjøld í sáttmálaviðurskiftum
Hevur ein fyritøka eykakostnað av eini tænastu ella veiting, kann fyritøkan vanliga sjálv gera av, at hon vil krevja eykakostnað frá viðskiftafólkunum. Allur eykakostnaður skal kortini vera avtalaður við viðskiftafólkið t.d. í avtalutreytunum. Fyritøkan skal gera viðskiftafólkinum púra greitt, samlaða prísin á vøruni ella tænastuveitingini íroknað eykakostnað, fyrstu ferð brúkarin fær prísin ella tænastuveitingina at vita.
Fyritøkan kann ikki skoyta upp í ella hækka eitt ómaksgjald, er hesin møguleiki ikki longu ein partur av avtaluni við viðskiftafólkið.
Eitt ómaksgjald kann ikki vera órímiliga høgt í mun til tænastuna, sum ómaksgjaldið fevnir um. Støddin á eykakostnaðinum skal t.d. svara til tær rímiligu útreiðslurnar, sum eru tengdar at gjaldinum, tikið verður ímóti.
Ja. Fyritøkan kann gott áseta nýggj gjøld ella hækka verandi gjøld. Hetta skal tó verða avtalað við viðskiftafólkið, t.d. í avtalutreytunum, at slíkar broytingar kunnu koma fyri. Lýst skal eisini vera í avtalutreytunum, í hvørjum støðum og eftir hvørjum treytum fyritøkan kann broyta ella áseta ómaksgjøld.
Nei, ein fyritøka kann sum útgangsstøði ikki broyta eitt ómaksgjald uttan at kunna viðskiftafólkið frammanundan.
Sambært § 15, stk. 2 í marknaðarføringslógini skal borgarin kunnast um broytingar við rímiligari freist, áðrenn tær fáa gildi soleiðis, at hann hevur møguleika at taka støðu til broytingina.
Endamálið við ásetingini er at tryggja gjøgnumskygni, so borgarin veit, hvat hann rindar fyri, og at nýggj ella broytt ómaksgjøld ikki koma óvæntað sum eitt eyka gjald.
Tó kann metast um, hvat er "rímilig freist", og tað veldst m.a. um støddina á broytingini og orsøkina til hana. Er broytingin munandi, eru krøvini strangari, tí her skal borgarin kunnast við individuellum samskifti, áðrenn broytingin fær virknað.
Ein minni týðandi avgjaldsbroyting skal ikki verða kunnað hvørjum viðskiftafólkið sær. Kunningin kann tí t.d. verða givin við at upplýsa viðskiftafólkunum gjøgnum heimasíðuna hjá fyritøkuni.