Fjaldar lýsingar - generelt
Brúkarar skulu hava álit á, at lýsing framstendur sum ein lýsing. Brúkarin skal hava hesa kunning samstundis, sum hann sær lýsingina, og tað skal ikki vera neyðugt hjá brúkaranum at lesa alla greinina ella at leita eftir lýsingafrámerkinum
Sosialir miðlar
Á sosialum miðlum verða persónlig tilmæli og lýsingar ofta samantvinnaði við tilfari, sum hevur vinnuligt endamál. Tá brúkarin ferðast á sosialum miðlum, skal hann kunna síggja, nær talan er um lýsing og ikki.
Fjaldar lýsingar í bløðum
Redaktionelt tilfar, grunda á journalistisk atlit og sum hevur kunningarvirði, skal greitt vera skilt frá lýsingum. Lesarin skal ikki vera í iva, um hann lesur eina redaktionella grein ella um hann lesur eina lýsingagrein.