Fjaldar lýsingar - generelt
Tað er ikki ásett í marknaðarføringslógini hvussu tann, sum marknaðarførir, skal tryggja at lýsingin greitt framstendur sum ein lýsing. Í viðmerkingunum til marknaðarføringslógina er lagt upp til, at tey vinnurekandi skulu hava fríar ræsir, og at tey, ið eru fevnd av lógini, frítt kunnu velja, hvørjar hættir og miðlar tey nýta í síni marknaðarføring.
Marknaðarføringslógin ásetir bert í avmarkaðan mun reglur um ávís sløg av marknaðarføring, og verður hetta gjørt av heilt serligum orsøkum. Yvirskipaða endamálið við lógini er at tryggja, at marknaðarføring, umframt aðrir partar av vinnuvirksemi, verða framd á ein hóskandi og rímiligan hátt, har atlit verða tikin til áhugamálini hjá øðrum vinnurekandi, brúkarunum og samfelagnum.
Tað er tí upp til tann vinnurekandi hvussu hann tryggjar sær, at ein lýsing framstendur sum ein lýsing. Tað er kortini krav um, at tað verður upplýst greitt, tá talan er um lýsing. Vinnurekandi skulu tí hugsa um staðseting og skriftstødd á lýsingafrámerkinum. Eitt gott hugskot er, at seta seg í brúkarans stað, og síggja lýsingina frá tí síðuni. Brot á forboðið móti fjaldari lýsing, kann revsast við bót.
Lýsing rættað til børn og ung undir 18 ár
Er ein lýsing rættað til børn og ung undir 18 ár, skal tað vera vera púra greitt, at hetta er ein lýsing. Hetta er eisini galdandi, um lýsinging er rættað til ein breiðan skara av fólki, har børn eru partur av skaranum.
Er lýsingini rættað til bólkin børn og ung undir 18 ár, skal lýsingafrámerkið upplýsast á ein hátt, sum bólkurin børn og ung undir 18 ár skilur. Tú kanst lesa meira um marknaðarføring til børn og ung her
Norðurlendskt samstarv
Brúkaraumboðið hevur samstarv við hini norðurlendsku brúkaraumboðini og brúkaraumboðsstovnarnar. Brúkaraumboðið luttekur eisini á norðurlendskum fundum og hevur tikið undir við felags støðu um fjalda lýsing og um marknaðarføring á sosialum miðlum. Hesar støður kunnu lesast niðanfyri:
Sí norðurlendsku støðuna til fjalda lýsing her
Sí norðurlendsku støðuna um marknaðarføring á sosialum miðlum her