Fjaldar lýsingar í bløðum

Lesarar skulu hava álit á, at tá teir lesa eitt tíðindablað ella annað blað, so skal tað ikki vera ivi um, nær talan er um lýsing og nær talan er um redaktionelt tilfar. Fjald lýsing er ikki loyvd. Lesarin skal kunna gera av, áðrenn hann fer undir at lesa, um hann hevur hug at lesa lýsingina.
Redaktionelt tilfar kann í stóran mun liggja tætt uppat lýsing. Munurin er, at redaktionelt tilfar er grundað á journalistisk atlit og hevur kunningarvirði. Eru hesi atlit ikki uppfylt, kann talan vera um fjalda lýsing. Hetta er galdandi fyri tilfar í prentaðum miðlum og í talgiltum miðlum. 

Um tað ikki greitt framgongur av lýsingini sjálvari, at talan er um lýsing, skal lýsingin frámerkjast.

Hvussu skal lýsingin frámerkjast?
Lýsingafrámerki skal síggjast beinavegin. Tað skal ikki vera neyðugt hjá lesaranum, at leita eftir frámerkinum. Brúkarumboðið mælir til, at tú:

  • skrivar "lýsing", "lýsingagrein" ella líknandi á lýsingina
  • hugsar um staðsetingina á frámerkinum - tað skal ikki vera goymt vekk
  • hugsar um skrift og lit - lýsingafrámerki má ikki standa við svartari skrift á myrkari bakgrund, so tað ikki sæst. Tað má heldur ikki vera skriva við so lítlari skrift, at tað ikki sæst.

 

Nær er talan um tekst við vinnuligum endamáli, og hvørji krøv eru til lýsingafrámerki?
Talan kann vera um tekst við vinnuligum endamáli, um: 

  • tann vinnurekandi hevur goldið fyri tekstin, ella
  • teksturin er skrivaður av tí vinnurekandi, og navnið og búmerkið verður víst í sambandi við tekstin

Um ein lýsingatekstur framstendur sum redaktionelt tilfar, skal hann vera frámerktur t.d. við orðinum "Lýsingagrein". Tað er ikki nóg mikið, um t.d. búmerkið hjá fyritøkuni er sett á lýsingagreinini. Lýsingafrámerkið skal síggjast beinanvegin og skal síggjast greitt, so lesarin er greiður yvir tað, áðrenn hann fer at lesa tekstin, og tað skal eisini vera greitt fyri hvørjum lýsingini er fyri.

 

Bók

 

Løgtingslóg um marknaðarføring frá 8. mai 2008

Lógargrundarlagið er at finna í § 4 í marknaðarføringslógini.

§ 4. Ein lýsing skal vera soleiðis háttað, at lýsingin týðiliga verður uppfatað sum ein lýsing, uttan mun til hvønn form lýsingin hevur, og hvørjum miðli lýsingin verður borin fram í.

Stk. 2. Heimilað verður landsstýrismanninum at áseta nærri reglur um, hvat ið skal skilmarkast sum ein lýsing ella eitt lýsingablað, umframt onnur viðurskifti viðvíkjandi lýsingaidentifikasjón.

Viðkomandi vinnu- og brúkarafeløg skulu hava slíkar reglur til ummælis, áðrenn tær verða settar í gildi.

Kunngerð um skilmarking av hugtakinum lýsing frá 12. november 2008.

Skilmarkingin av hugtakinum lýsing er ásett í kunngerð frá 2008, og kann lesast niðanfyri:

§ 1. Ein lýsing verður skilmarkað sum:

1)   øll kunning um vørur og tænastur og

2)   øll kunning um vøru- og tænastuveitarar, ið lýsarar ella lýsingafyritøkur á einhvønn hátt senda ella varpa út til brúkarar, ella á annan hátt royna at gera brúkarar varar við.

§ 2. Upplýsandi tilfar, sum fylgir við eini vøru, ella tilfar, so sum faldarar og bløð, sum brúkarin persónliga fær frá tí vinnurekandi, eftir at brúkarin sjálvur hevur vent sær til tann vinnurekandi, kemur ikki undir hugtakið lýsing sambært marknaðarføringslógini.

Brot á forboðið móti fjaldari lýsing í § 4 kann vera revsað við bót. Brúkaraumboðið ger altíð eina ítøkiliga meting, um brot er framt á greinar í marknaðarføringslógini, men hugt verður m.a. eftir:

 

  • um orðið "lýsing" ella "lýsingagrein" ella líknandi er brúkt.
  • hvar frámerki um lýsing er staðsett
  • um tað stendur við týðiligari skrift, soleiðis at tað sæst í lýsingini

 

Heimildin hjá Brúkaraumboðnum um at revsa við bót er at finna í § 28, stk. 3 í marknaðarføringslógini, sí niðanfyri:

§ 28. Stk. 3. Brot á ásetingarnar í § 3, stk. 1-3, §§ 4-6, § 8, stk. 2, § 9, § 12 a, § 13, stk. 1-4, § 14, § 15, stk. 3, § 16, stk. 1-4 og tilætlað brot á § 18 verða revsað við bót, uttan so at hægri revsing er uppborin eftir aðrari lóggávu. Brot á § 3, stk. 2 og 3, har brotið inniber skaðiliga umrøðu av einum øðrum vinnurekandi ella av viðurskiftum, ið serliga viðvíkja viðkomandi, eru umfatað av privatari átalu.