Sosialir miðlar

Ingmar R7dxww7fyh8 Unsplash

Ein lýsing er marknaðarføring, har roynt verður at ávirka meiningar ella atburðin hjá móttakaranum, og sum hevur til endamáls at selja eina vøru ella tænastu, ella at seta sjóneykuna á tann vinnurekandi, fyritøkuna v.m. Fjald lýsing er bannað, og tí skulu øll, sum á onkran hátt hava við marknaðarføring á sosialum miðlum at gera, týðiliga frámerkja lýsingar. Talan er um lýsing, um: 

  • tú fært onkran ágóða fyri at lýsa fyri eini vøru ella tænastu hjá fyritøkuni, ella tú lýsir fyri sjálva fyritøkuna, og
  • okkurt slag av samstarvi er avrátt við tann vinnurekandi, antin skrivliga, munnliga ella undirskilt.

 

Meginreglan er at brúkarin skal vita, áðrenn hann fer undir at lesa ella hyggja, at talan er um lýsing. Brúkarin skal kunna gera av frammanundan, um hann hevur hug at lesa lýsingina ella ikki. Brúkarin skal ikki hava lisið ella hugt ígjøgnum ein part av lýsingini, áðrenn hann finnur útav at talan er um lýsing.
Brúkaraumboðið hevur gjørt vegleiðing um lýsingar á sosialum miðlum. Les m.a. meira um hvussu tú sum ávirkari skalt frámerkja eina lýsing, nær talan er um samstarv v.m. niðanfyri:

Sí leiðreglur um lýsingar á sosialum miðlum her

 

 

Ofta settir spurningar

Tað er ein ágóði, tá ávirkarin fær samsýning av onkrum slagi fyri umrøðuna. Tað kann vera, at ávirkarin:

  • fær pening afturfyri
  • fær ókeypis vørur (ella avsláttur av vøruni), ella fær gávur ella veitingar, t.d. eina vælveruviðgerð, eina ferð ella aðrar upplivingar
  • skipar fyri kappingum ella letur ókeypis lutir (give-aways) fyri vinnurekandi
  • fær samsýning fyri samstarvsavtalur um marknaðarføring (affiliate-avtalur)
  • sleppur at læna vørur afturfyri at lýsa fyri vinnurekandi 
  • verður bjóðað/ur til tiltøk, veitslur v.m.

Brúkaraumboðið mælir til at frámerkt verður á sosialum miðlum á henda hátt:

  • at skriva “lýsing fyri [navn á fyritøku]” sum tað fyrsta í einum uppslagi, søgu (stories) v.m.
  • at øll uppsløg v.m., sum innihalda lýsing verða frámerkt hvør sær,
  • at brúka týðiliga og stóra skrift

 

Brúkaraumboðið metir ikki, at tað er greitt lýsingafrámerki, um ávirkarin einans:

  • Frámerkir/taggar (@) ella ger hashtag (#) 
  • skrivar tað seinast í tekstinum í uppslagnum v.m.
  • skrivar tað í fyrsta uppslagnum í eini røð av uppsløgum ella søgum, um hesi eisini innihalda lýsingar
  • brúkar orð, so sum “samstarv við” ella “stuðlað av”
  • brúkar eina so lítla skriftstødd, at tað er trupult at fáa eyga á
  • setur lýsingafrámerkið aftanfyri – ella úti í síðunum á myndini
  • brúkar eina skriftfarvu, sum gongur út í eitt við bakgrundina 

Ja, um umrøðan hevur lýsingarvirði fyri fyritøkuna. Tað kann t.d. hava lýsingarvirði, um fyritøkan verður nevnd ella taggað.

Útgangsstøðið er, at um familjulimurin ger tað av sínum eintingum og ongan ágóða fær, so er ikki talan um lýsing. 

Um familjulimurin hinvegin er eggjaður til at leggja myndir út og eisini fær onkran ágóða burturúr umrøðuni, so er tað lýsing.

Tað kann verða trupult at prógva, tá talan er um familjuviðurskifti. Um ein ávirkari við nógvum fylgjarum javnan leggur myndir út av vørum hjá eini fyritøku, er tað nógv sum týðir upp á, at talan er um lýsing. Brúkaraumboðið metir um málið í hvørjum einstøkum føri.

Ja, tí tú hevur fingið ein ágóða og tí tit hava gjørt eitt slag av samstarvi.

Ja, tí tað hevur eitt vinnuligt endamál, og tí tú kanst vænta at fáa ein ágóða av tí.

Einstakar vørur og tænastur eru, sum tað ikki hóskar seg at lýsa fyri, um ávirkarin hevur fleiri fylgjarar undir 18 ára aldur. Sum dømi um óhóskandi marknaðarføring á sosialum miðlum við ungum fylgjarum, kunnu vera lýsingar um klænkitilboð, brúkslán, tatoveringar og kosmetiska viðgerð. Tað kann eisini vera lýsing um vøru, ið myndugleikar mæla frá at børn og ung nýta, t.d. orkudrykkir. 

Munur á at eggja til og at greiða frá
Brúkaraumboðið metir, at tað er munur á at lýsa og eggja til nýtslu av slíkum vørum, í mun til at greiða frá einum gerandisdegi, har ein líknandi vøra ella tænasta kann vera nevnd. 

Kortini skal ávirkarin vera varin, tá slíkar vørur og tænastur vera umrøddar.

Um umrøðan hevur lýsingarvirði fyri fyritøkuna, so skal lýsingin frámerkjast. Tað kann t.d. hava lýsingarvirði, um fyritøkan verður nevnd ella taggað.

Um samstarvið akkurát er endað, og tú leggur út um vørur hjá fyritøkuni, kann tað eisini vera neyðugt at frámerkja hetta sum lýsing. Tínir fylgjarar vita kanska ikki av, at samstarvið er liðugt.

Útgangstøðið er, at hetta er ikki nóg mikið at skriva. Brúkarin skal ikki vera í iva um at tað er ein lýsing, og tí er best at skriva orðið "lýsing" eisini.

Í serligum føri kann tað framganga greitt av sjálvari lýsingini, myndini v.m., at hetta er ein lýsing. Tá er ikki neyðugt at skriva at tað er ein lýsing.

Brúkarin skal síggja beinanvegin, at talan er um eina lýsing. Tú skalt tí skriva á filmsbrotið, at tað er ein lýsing.

Tað er ikki nóg mikið, um tað verður sagt í filmsbrotinum, tí brúkarin kann velja at hyggja uttan ljóð ella at spola fram.

Nei, man má ikki gera styttingar. Í hesum føri, skal tað standa "Advertisement".

Advertisment kann bert brúkast, um tú lýsir á enskum til ein útlendskan skara av fólki. Annars eigur tú at skriva føroyska heitið "Lýsing"