Kunning um kæru um marknaðarføring

Hevur tú ein spurning ella eina kæru um marknaðarførslu?

Brúkaraumboðið viðger spurningar um marknaðarførslu hjá vinnurekandi serliga í sambandi við marknaðarførslulógina og aðra brúkaverjandi lóggávu.

Les meira um møguleikar at kæra og seta okkum spurningar.

Tú kanst kæra um marknaðarførslu við at senda kæru tína umvegis oyðublað á heimasíðuni, til bruk@bruk.fo, við at senda kæru tína skrivliga á bústaðin Skálatrøð 20, Postrúm 73, 110 Tórshavn ella við at ringja til okkara á tlf. 358000.

Marknaðarførsla er m.a. tær upplýsingar, ein vinnurekandi gevur møguligum viðskiftafólki áðrenn keypt verður, ímeðan og aftaná.

Dømi um marknaðarførslu er:

• lýsingar í sjónvarpi, á heimasíðum ella í prentlutum
• upplýsingar á heimasíðum ella í handlum
• samskifti millum seljara og brúkara í keypstøðu

Ólóglig marknaðarførsla kann vera:

• órímiligar treytir í eini avtalu
• ov høg renta
• villleiðandi prísir
• vánalig ráðgeving í mun til finansiella vøru o.a.

Brúkaraumboðið viðger bara kærur um marknaðarførslu. Ætlar tú at at kæra um ítøkiliga vøru ella tænastuveiting, ið er keypt, skalt tú snúgva tær til Rættarhjálp Føroya, ið veitir ókeypis ráðgeving um m.a. keyp. Leinki til heimasíðuna hjá Rættarhjálpini er at finna her: http://raettarhjalpin.fo/

Hetta kanst tú ikki kæra um

Løgtingsins umboðsmaður viðger kærur um málsviðgerðir, avgerðir og viðgerðir, ið borgarar hava fingið frá øðrum myndugleikum. Tær kann Brúkaraumboðið ikki viðgera.

Tørvar tær hjálp at loysa ósemju við ein seljara, ella ætlar tú at kæra um eina vøru ella tænastu, tú hevur keypt? Brúkaraumboðið hevur ikki heimild at taka avgerð í tílíkum málum. Rættarhjálp Føroya veitir ókeypis ráðgeving um m.a. keyp.

Hevur tú annað at leggja aftrat kæru, sum longu er send?

Hevur tú longu sent inn kæru til okkara, og kundi tú hugsað tær at sent okkum fleiri upplýsingar ella skjøl til kæruna, skal tú senda okkum tað við telduposti og skriva tað raðnummar, ið tú hevur fingið, tá vit móttøku upprunaligu kæruna.

Hvat hendir við tíni áheitan?

Brúkaraumboðið hyggur at øllum áheitanum, vit fáa, men vit kunnu tíverri ikki taka allar upp til viðgerðar. Tá ið tú skrivar til okkara, verður tín áheitan partur av tí grundarlagi, sum gevur okkum møguleika at meta um, hvørji øki vit í framtíðini skulu raðfesta.
Sama um vit taka títt mál upp ella ei, skal tú vænta tær svar, áðrenn tríggjar vikur eru farnar eftir, at vit hava fingið áheitanina.