Kunning um klagu um marknaðarføring og gjaldslóg
Hevur tú eina fráboðan um marknaðarføring?
Tú kanst fráboða brot á marknaðarføringslóg og gjaldslóg við at senda fráboðan tína umvegis oyðublað á heimasíðuni, við at senda fráboðan tína skrivliga á bústaðin Skálatrøð 20, Postrúm 73, 110 Tórshavn ella við at ringja til okkara á tlf. 358000.
Marknaðarførsla er m.a. tær upplýsingar, ein vinnurekandi gevur møguligum viðskiftafólki áðrenn keypt verður, ímeðan og aftaná.
Dømi um marknaðarførslu er:
• lýsingar í sjónvarpi, á heimasíðum ella í prentlutum
• upplýsingar á heimasíðum ella í handlum
• samskifti millum seljara og brúkara í keypstøðu
Ólóglig marknaðarførsla kann vera:
• órímiligar treytir í eini avtalu
• villleiðandi prísir
• vánalig ráðgeving í mun til finansiella vøru o.a.
Brúkaraumboðið viðger bara klagur um marknaðarførslu og brot á partar av gjaldslógini, ið Brúkaraumboðið umsitur. Ætlar tú at at klaga um ítøkiliga vøru ella tænastuveiting, ið er keypt, skalt tú venda tær til Rættarhjálp Føroya, ið veitir ókeypis løgfrøðiliga ráðgeving um m.a. keyp. Leinki til heimasíðuna hjá Rættarhjálpini er at finna her: http://raettarhjalpin.fo/
Hetta kanst tú ikki klaga um
Løgtingsins umboðsmaður viðger klagur um málsviðgerðir, avgerðir og viðgerðir, ið borgarar hava fingið frá øðrum myndugleikum. Tær kann Brúkaraumboðið ikki viðgera.
Tørvar tær hjálp at loysa ósemju við ein seljara, ella ætlar tú at klaga um eina vøru ella tænastu, tú hevur keypt? Brúkaraumboðið hevur ikki heimild at taka avgerð í tílíkum málum. Rættarhjálp Føroya veitir ókeypis løgfrøðiliga ráðgeving um m.a. keyp.
Hevur tú annað at leggja aftrat fráboðan, sum longu er send?
Hevur tú longu sent inn fráboðan til okkara, og kundi tú hugsað tær at sent okkum fleiri upplýsingar ella skjøl til klaguna, skal tú senda okkum tað við telduposti og skriva tað raðnummar, ið tú hevur fingið, tá vit móttøku upprunaligu fráboðanina.
Hvat hendir við tíni fráboðan?
Brúkaraumboðið hyggur at øllum fráboðanum vit fáa, men vit kunnu tíverri ikki taka allar upp til viðgerðar. Brúkaraumboðið kann ikki loysa títt ítøkiliga mál við tann vinnurekandi, men tær fráboðanir Brúkaraumboðið móttekur, eru grundarlag undir, hvørji mál Brúkaraumboðið tekur upp til viðgerðar. Tín fráboðan kann tí viðvirka til, at tann vinnurekandi, ið tú fráboðar, skal broyta sína marknaðarføring ella avtalutreytir frameftir