Avgerðir hjá Brúkaraumboðnum
Brúkaraumboðið kann av sínum eintingum ella grundað á kærur taka mál upp til viðgerðar.
Brúkaraumboðið hevur heimild at taka avgerðir og áleggja virkjum og stovnum at fylgja hesum. Um boð og áleggingar ikki verða fylgd, kann endin verða, at bót verður givin.
Brúkaraumboðið skal kunna almenningin um mál, sum eru viðgjørd av Brúkaraumboðnum, ákæruvaldinum og dómstólinum, og sum hava almennan áhuga ella týdning eftir marknaðarføringslógini.