Børn og ung

  • Tilmæli til KVF um vinningar í sendingini Orrustan

    Útgivið, tann 23. February 2015 (Seinasta rættað, tann 23. February 2015)

    Til KVF;

    Vísi til fyrispurning tín um vinningarnir kunnu vísast í sendingini Orrustan, ið er ætlað børnum um 10 – 13 árum.

    Viðkomandi reglur:

    Í § 8 í lóg um marknaðarføring stendur, at marknaðarføring, ið vendir sær til børn og ung, skal taka atlit til natúrliga góðtrúnið hjá børnum og ungum, og teirra vantandi royndir og vantandi evni at meta um ymisk viðurskifti, sum hava við sær, at tey eru løtt at ávirka og ímerkja.

    Í § 4 í lóg um marknaðarføring stendur, ein lýsing skal vera soleiðis háttað, at lýsingin týðiliga verður uppfatað sum ein lýsing, uttan mun til hvønn form lýsingin hevur, og hvørjum miðli lýsingin verður borin fram í.

    Í kg. nr. 95 frá 12. november 2008 er ásett, hvussu hugtakið lýsing smbrt. marknaðarføringslógini skal skiljast:
    Ein lýsing verður skilmarkað sum:
    1) øll kunning um vørur og tænastur og
    2) øll kunning um vøru- og tænastuveitarar,
    ið lýsarar ella lýsingafyritøkur á einhvønn hátt senda ella varpa út til brúkarar, ella á annan hátt royna at gera brúkarar varar við.

    Aðalreglan um marknaðarføring er í § 1, stk. 1 í lóg um marknaðarføring, har stendur, at tey, ið smbrt. § 2 eru umfatað av hesi lóg, skulu sýna góðan marknaðarføringssið við atliti til brúkaran, vinnurekandi og almenn samfelagsáhugamál.

    Smbrt. § 8, stk. 5 í kringvarpslógini skulu kunngerð, lýsing og sponsorering verða háttað soleiðis, at greiður skilnaður er millum programminnihald, kunngerð, lýsing og sponsorering.
    Brúkaraumboðið hevur gjørt eina vegleiðing um børn, ung og marknaðarføring:
    Leinkjan til vegleiðingina er at finna her: http://bruk.fo/vegleidingar-og-leidreglur/vegleiding-um-born-ung-og-marknadarforing/
    Í pkt. 4 í vegleiðingini stendur
    Lýsingaidentifikasjón
    Tað framgongur í § 4 í marknaðarføringslógini, at ein lýsing skal vera soleiðis háttað, at hon týðuliga verður fatað sum ein lýsing, uttan mun til hvønn form lýsingin hevur, og hvørjum miðli, lýsingin verður borin fram í. Brot á § 4, ið sostatt er eitt bann móti fjaldum lýsingum, verða revsað við bót. Verður § 4 sammet við § 8 í marknaðarføringslógini um børn og ung og § 1 um góðan marknaðarføringssið, verður kravið til lýsingaidentifikasjón hert, tá marknaðarføringin vendir sær til børn og ung.
    Fyritøkurnar skulu vera serliga ansnar við, at lýsingin verður borin fram, so at ungi málbólkurin ikki er í iva um, at talan er um eina sølufremjandi lýsing. Fyritøkurnar mugu taka atlit til, at jú meira fløkt ella sofistikerað marknaðarføringin er, tess truplari er tað fyri børn og ung at fata lýsingina. Fyritøkurnar skulu eisini gáa eftir, at heilt smá børn ikki eru før fyri at skilja lýsingar frá aðrari kunning. Harumframt skulu tey fyrst læra, hvat endamálið við eini lýsing er – nevniliga at fremja søluna av eini vøru.
    Menningin í fjølmiðlaheiminum við alsamt nýggjari tøkni og samanbræðing av ymsum miðlum, gevur møguleika fyri nýskapandi og meira framkomnari marknaðarføring, ið ger tað lætt at røkka børnum og ungum. Nýtslan av livandi myndum og ljóði og interaktiviteti hevur eina sterka og beinleiðis ávirkan á brúkararnar, og markið millum lýsingar og kunning, undirhald og spæl gerst støðugt meira flótandi. Tí skal fyritøkan vísa serligt eftiransni, tá lýst verður í interaktivum miðlum mótvegis børnum og ungum, og syrgja fyri, at marknaðarføringin ikki verður kámað. Les meira undir punkt 8.2. í vegleiðingini.
    Í pkt. 8.2. stendur víðari tað vil vera í stríð við § 8, 1. stk., í marknaðarføringslógini og § 1 og eftir umstøðunum við § 4, um fyritøkan t.d. kann keypa seg inn og vera ein partur av kjattrúmum og spælistøðum hjá børnum, soleiðis at lýsingin javnan framgongur á ymiskan hátt í kjattinum ella spælinum.

    Pkt. 8.2 er um internet og aðrar samvirknar miðlar og kann brúkast analogt á sjónvarpssendingar.

    Hugtakið lýsingar verður smbrt. § 1 í kg. omanfyri tulkað breitt, øll kunning um vørur og tænastur og øll kunning um vøru og tænastuveitarar, ið verður varpað út til brúkarar, eru lýsingar. Í sendingini Orrustan verða vinningarnir upplýstir munnliga og við myndum og í fleiri førum verða ikki vinningarnir, men veitararnir vístir. Eftir mínum tykki er tí talan um lýsingar í fleiri førum.

    Tá talan er um lýsingar, er krav um, at lýsingarnar skulu vera soleiðis háttaðar, at lýsingin týðiliga verður uppfatað sum lýsing, uttan mun til hvønn form lýsingin hevur, og hvørjum miðli lýsingin verður borin fram í.

    Endamálið við kravinum um, at lýsingar skulu vera háttaðar sum lýsingar eru fleiri, men fyrst og fremst at uppmerksemi hyggjarans um, at nú er talan um lýsing og ikki programminnihald. Eg síggi ikki hetta kravið í § 4 vera uppfylt í sendingini Orrustan.

    Tá talan er um eina sending til málbólkin børn/ung 10 -13 ár er hetta ein bólkur, ið er fevndur av § 8 og tí hevur serliga vernd í marknaðarføringslógini. Eisini er sannlíkt, at yngri børn hyggja at sendingi. Orsakirnar til verndina í § 8 eru natúrliga góðtrúnið hjá børnum og ungum og teirra vantandi royndir og vantandi evni at meta um ymisk viðurskifti og eru tí løtt at ávirka og ímerkja. Tí er tað av stórum týdningi, at kravið um lýsingaridentifikation er upplýst í eini barna- og ungdómssending, soleiðis at talan ikki er um goymdar lýsingar í sendingini. Í § 8, stk. 5 er krav um, at greiður skilnaður er millum programminnihald, kunngerð, lýsing og sponsorering. Ein barnasending í KVF er í útgangsstøðið óheft og hyggarin hevur ikki tørv á at hava uppmerksemið á, at nú er talan um lýsingar. Børn hava sum nevnt serliga verju í marknaðarføringslógini. Hetta samanhildið við §8, stk. 5 í kringvarpslógini um at greiður skilnaður skal vera millum progaminnihaldið, kunngerð, lýsing og sponsorering er tað mín fatan, at fjaldar lýsingar í eini barnasending er brot á góðan marknaðarføringssið, jvb. § 1 í lóg um marknaðarføring.

    Danska Radio og TV-reklamenævnet lat eina frágreiðing frá sær í 1998. Í hesi frágreiðing varð mælt til, at í barnasendingum kundu sponsoreraðir vinningar als ikki vísast. Mælt varð ikki til at seta eitt bann í lógina, men at í sendingum til børn skulu sponsoreraðir vinningar ikki vísast. Upplýsingar um vinningar skulu vera stuttar og neutralar og at bert verða upplýst um slag og skap.

    Marknaðarføringlógin vendir sær fyrst og fremst til vinnurekandi og sum so ikki til almenna kringvarpið. Møguleiki er tó fyri, at miðilin, ið hevur fjaldar lýsingar, verður mettur at hava viðvirkað til lógarbrotið.

    Eg fari tí við hesum at mæla Kringvarpinum til at taka lýsingarnar úr sendingini Orrustuni. Um vinningar eru í sendingini, er av týdningi, at upplýst verður um hesar á ein stuttan og óheftan hátt, har bert verður upplýst um slag og t.d. skap og ikki t.d. veitarar og búmerkir hjá hesum.

  • Avgerð: Mentamálaráðið – Marknaðarátak hjá Eik mótvegis 8. flokkum við skúlans byrjan

    Útgivið, tann 6. November 2009 (Seinasta rættað, tann 6. November 2009)

    Brúkaraumboðið tók mál upp mótvegis Mentamálaráðnum tann 23. september 2009, og bað um øll skjøl í málinum, og eisini hevur verið fundur í Mentamálaráðnum tann 1. oktober 2009, har ið frágreiðing var givin av Olaus Jespersen, deildarstjóra.

    Marknaðarføringslógin hevur serligar ásetingar um brúkaravernd fyri børn og ung sambært § 8.:

    § 8. Marknaðarføring, ið vendir sær til børn og ung, skal taka atlit til natúrliga góðtrúnið hjá børnum og ungum, og teirra vantandi royndir og vantandi evni at meta um ymisk viðurskifti, sum hava við sær, at tey eru løtt at ávirka og ímerkja.
       Stk. 2. Marknaðarføring, sum vendir sær til børn og ung, má ikki beinleiðis ella óbeinleiðis eggja til harðskap, rúsevnisnýtslu, herundir alkoholnýtslu, ella til aðra vandamikla ella fyrilitaleysa atferð, ella á annan ósømiligan hátt brúka harðskap, ræðslu ella pátrúgv.

    Tað hevur verið góðkent og eisini siðvenja í norðanlondum, at børn/ung í skúlunum hava móttikið ymiskt tilfar og hjálpiamboð frá t.d. bankum og øðrum vinnufyritøkum, og hetta hevur Brúkaraumboðið onga viðmerking til.

    Brúkaraumboðið vil  tó gera greitt, at vinnufyritøkur/stovnar ikki í sjálvdrátti ella sjálvstøðugt kunnu gera marknaðarátøk, sum ikki fyrst er góðtikið av skúlans leiðslu.

    Tað er ikki altíð lætt at vita, hvar markið gongur, og tí eru leiðreglur sendar til hoyringar í hesum sambandi, so at skúlastýrini og skúlaleiðslurnar saman við foreldrum fáa eitt felagsstev, tá ið talan er um marknaðarføring mótvegis børnum og ungum innan skúlagátt.

    Brúkaraumboðið metir vegleiðandi, at vandi er fyri brot á marknaðarføringslógina mótvegis børnum og ungum, har ið talan er um sjálvstøðuga marknaðarføringarátøk av  vørum og tænastum, har ið børn og ung er undir ávirkan at velja  ella seinni skulu tekna hald frá einum ávísum vinnuligum veitara.

    Sambært fyriliggjandi skjølum,  so er skriv frá Eik send víðari við innanhýsis kunningarskipanini hjá Mentamálaráðnum til skúlaleiðslurnar í Føroyum. Sambært frágreiðing og teimum skjølum, sum eru í málinum, so er hetta bert sent víðari til skúlaleiðslurnar sum kunning.

    Brúkaraumboðið vil tí gera greitt, at eingi skjalprógv eru fyri at Mentamálaráðið hevur brotið marknaðarføringarlógina á nakran hátt, og hevur Brúkaraumboðið í hesum máli havt gott samstarv við Mentamálaráðið, og  sum omanfyri nevnt er ein vegleiðing um marknaðarføring mótvegis børnum og ungum send skúlaleiðslunum kring landið til hoyringar, sambært avtalu millum Brúkaraumboðið og Mentamálaráðið.  Málið er endað.

    Vinarliga

    Andrass Holm Arge,  Brúkaraumboð, Vágur tann 6. november 2009.

  • Eik Banki

    Útgivið, tann 24. September 2009 (Seinasta rættað, tann 24. September 2009)

    Umboð fyri ungdómsdeildina hjá Eik fara inn í tríggjar 8. flokkar í Hoyvíkar Skúla og greiða har frá, hvat bankin kann bjóða næmingunum.

    Peningastovnar eru ikki vanliga umfataðir av marknaðarføringslógini, men bankin og brúkaraumboðið koma ásamt um, at tá talan er um marknaðarføring mótvegis børnum, eru bankar umfataðir.

    Ongar leiðreglur eru á økinum, men sambært donsku leiðreglunum er tílík marknaðarføring brot á marknaðarføringslógina.

    Eik fær tó onga átalu, tí skúlaleiðslan hevur givið loyvi.