Lýsingaridentifikasjón, lýsingar á føroyskum, ómaksgjald

Brúkaraumboðið tekur ikki mál upp mótvegis Uttanríkisráðnum, fyri at rinda tíðindafólkum hjá Kringvarpið Føroya ísv. ferð til Brussels

Útgivið, tann 18. June 2010 (Seinasta rættað, tann 18. June 2010)

Brúkaraumboðið tekur ikki mál upp mótvegis Uttanríkisráðnum, fyri at rinda tíðindafólkum hjá Kringvarpið Føroya ísv. ferð til Brussels. Tá ið málið kom fram í tíðindablaðnum Dimmalætting, so skuldi Brúkarumboðið taka støðu til, hvørt málið varð fevnt av § 4 í marknaðarføringarlógini, um fjalda lýsing.

Niðurstøðan er greið, at grundarlag er ikki hjá Brúkaraumboðnum at taka málið mótvegis Uttanríksráðnum, við tað at tað er ein fortreyt, at talan er um marknaðarføring av vørum og tænastum. Við tað at Uttanríkisráðið ikki hevur nakra sølu ella tænastu til brúkaran, sum kann verða fevnt av forboðnum í § 4, so verður málið ikki tikið upp.

Víst verður til vegleiðing um fjalda lýsing hjá danska brúkaraumboðnum:

http://www.forbrugerombudsmanden.dk/Love-og-regulering/Retningslinjer-og-vejledninger/Markedsfoeringsloven/reklameid

Vinarliga

Andrass Holm Arge