Avtalur, ið tú gert sum brúkari

Tú kanst gera eina munnliga ella eina skrivliga avtalu. Munnliga avtalan er eins bindandi sum tann skrivliga, men tað kann gerast trupult at prógva avtaluna. Tað er tískil ein fyrimunur at gera skrivligar avtalur.


  • Greiðar avtalur

    Áðrenn avtalan verður gjørd, skalt tú tryggja tær, at tað ið hevur týdning fyri teg, er við í avtaluni. Tað kann t.d. vera uppsagnar- ella avbíleggingartreytir, serligir eginleikar við einari vøru ella ein dagfesting.

  • Avtalutreytir

    Vinnurekandi nýta ofta fastar avtalutreytir, tá avtalur verða gjørdar við brúkarar. Tann vinnurekandi kann hava egnar handilstreytir. Um tann vinnurekandi einsamallur hevur gjørt treytirnar, kann støðan vera tann, at avtalutreytirnar eru til fyrimun fyri tann vinnurekandi.

  • Órímiligar avtalutreytir

    Um treytirnar í avtaluni geva tær verri rættindi enn tú hevur sambært vanligu reglunum, skal dentur vera lagdur á hesar treytinar, soleiðis at tú við vissu ert kunnað/ur um tær. Um tú hevur gjørt eina avtalu uttan at vera vitandi um tær verru treytirnar, kann rætturin avgera, at tær verru treytirnar ikki skulu vera galdandi. Hetta er eisini galdandi, um ein treyt á ein órímiligan hátt gevur tí vinnurekandi fyrimunir, t.d. at hann sigur frá sær alla ábyrgd.

  • At angra eina avtalu

    Ein bindandi avtala merkir, at tann, ið ikki heldur sín part av avtaluni, hevur eina endurgjaldsábyrgd og skal rinda hinum partinum eitt møguligt tap orsakað av, at avtalan ikki varð hildin. Onkrar avtalur innihalda ein rætt til at angra. Hetta kann t.d. vera, at til ber at angra avtaluna í eitt ávíst dagatal eftir at avtalan tekur við.

  • Endurgjald, um tú angrar avtaluna

    Um tú av órøttum angrar avtaluna, kann tann vinnurekandi krevja eitt endurgjald fyri eitt tap, ið hann kann skjalprógva. Tann vinnurekandi kann ikki fáa endurgjald fyri útreiðslur, ið hann ikki hevur havt. Tann vinnurekandi hevur skyldu til at minka um tapið. Tú hevur á sama hátt rætt til endurgjald, um tann vinnurekandi ikki heldur sín part av avtaluni.

  • Broytingar í avtaluni

    Fyrivarni um broytingar í avtaluni skal vera týðiligt, og tann vinnurekandi skal boða tær frá broytingunum í rímiligari tíð, áðrenn broytingarnar koma í gildi. Er talan um týðandi broytingar, t.d. munandi príshækking, skalt tú hava møguleika til at slíta avtaluna, áðrenn broytingarnar verða gjørdar.
    Tann vinnurekandi skal seta seg í samband við teg, um týðandi broytingar eru í avtaluni. Tað er ikki nóg mikið, at kunning um hesar broytingar eru at finna í hølunum hjá tí vinnurekandi ella á heimasíðuni hjá tí vinnurekandi.
    Nakrar broytingar eru av so stórum týdningi, at neyðugt er at gera eina nýggja avtalu. Er broytingin til fyrimun fyri teg sum brúkara, t.d. ein príslækking, kann broytingin verða gjørd, uttan at tann vinnurekandi setir seg í samband við teg.

  • Lyfti um fastan prís

    Um tann vinnurekandi hevur givið eitt lyfti um ein fastan prís í eitt ávíst tíðarskeið, er útgangsstøðið, at hann ikki kann hækka prísin. Hetta er eisini galdandi, hóast tú fært møguleika at slíta avtaluna orsakað av príshækkanini.

    Hóast tann vinnurekandi sambært avtaluni ikki kann broyta ella slíta avtaluna, er tann vinnurekandi tó ikki bundin av avtaluni í alla tíð. Í ávísum førum kanst tú vænta, at tann vinnurekandi kann hava loyvi til at broyta ella slíta avtaluna. Tann vinnurekandi skal boða tær frá hesum í rímiligari tíð.