Fráboðanarrættur


Galdandi frá 1. juli 2015


Sambært keypilógini er ein freist á tvey ár at fráboða seljara, at okkurt er galið við vøruni. Er okkurt galið við tí keypta, skalt tú venda tær til seljaran innan rímiliga tíð eftir, at tú varnast brekið, og í seinasta lagi tvey ár eftir, at tú keypti vøruna. Fráboðan til seljara um brekið, ið verður givin í seinasta lagi tveir mánaðir eftir, at tú varnaðist brekið, er altíð rættstundis.

Seljarin hevur í ein ávísan mun rætt til at umvæla vøruna ella býta hana um við eina nýggja. Letur hetta seg ikki gera, kann brúkarin slíta keypið.