Hvat er at lata keypið ganga aftur?

Keypilógin gevur tær sum brúkara tvey ára klagurætt um vøran, ið tú hevur keypt, hevur ein feil, sum seljarin hevur ábyrgdina av, ella um vøran ikki er sum avtalað. Tað er ikki møguligt at avtala styttri klagutíð.
Keypið gongur aftur, tá vøran verður latin handlinum aftur, og tú fært peningin aftur. Tú hevur rætt til at fáa upphæddina endurgoldna, ið tú upprunaliga rindaði fyri vøruna, og ikki tað, ið vøran kostar, tá keypið verður ógildað.
Um vøran t.d. er farin á útsølu, aftaná at tú hevur keypt hana, skalt tú hava fullan prís endurgoldnan og ikki bara útsøluprísin.
Tú kanst bert lata keypið ganga aftur, og fáa peningin endurgoldnan, um tú letur vøruna aftur í stórt sæð sama standi, sum tá tú keypti hana. Tú kanst tí ikki vænta at fáa peningin aftur, um tú hevur oyðilagt vøruna.
Handilin kann ikki krevja eina upphædd, bara tí at tú hevur brúkt vøruna í eitt hálvt ella eitt heilt ár.
Onkur handil bjóðar viðskiftafólkunum ein tilgóðarseðil í staðin fyri at geva pengar aftur. Tú hevur rætt til at siga nei til tilgóðarseðilin, og í staðin krevja at fáa peningin útgoldnan.
Seljarin kann nokta tínum ynski um at lata keypið ganga aftur, um hann í staðin gevur tær valið ímillum, at ábøtur verða gjørdar ella tú fært eina nýggja vøru.