Hvat er avsláttur?

Tað er talan um avsláttur, tá tú góðtekur ein feil við vøruni, sum seljarin hevur ábyrgdina av, og tú so fært eina ávísa upphædd afturfyri. Upphæddin kann vera torfør at áseta, men hon skal vera rímilig. Um talan er um ein feil við vøruni, vil spurningurin helst vera, hvat tað fer at kosta at fáa ein annan at umvæla vøruna.
Um ein vøra t.d. hevur plettar, kann tað vera munurin á virðinum við og uttan plettir. Um pletturin ikki minkar um virðið á vøruni – t.d. um vøran hevur ein annan bláan lit, enn tann liturin tú hevur bílagt – kanst tú krevja ein hóskandi avsláttur, ið verður ein mett upphædd.
Avsláttur kann koma uppá tal, um talan er um ein lítlan feil, og tú ikki hevur krav uppá at fáa peningin aftur; og tað antin ikki er gjørligt, ella at tað er ov dýrt at býta vøruna um ella bøta um hana. Avsláttur kann eisini koma uppá tal, um feilir eru við sera slitnum vørum, ella um tú sjálv/ur heldur vilt hava avsláttur enn at vøran t.d. verður send til umvælingar.
Seljarin kann vísa tínum ynski um avsláttur aftur, um hann í staðin gevur tær valið ímillum ábøtur og lata tær nýggja vøru.