Hvat er umbýti?

Talan er um umbýting, tá ið vøran tú hevur keypt hevur ein feil, ið seljarin hevur ábyrgdina av, og tú fært eina nýggja vøru útflýggjaða. Tann nýggja vøran skal vera líka sum hon, tú upprunaliga keypti, tað merkir hava sama lit, sama snið, somu funksjónir – vera akkurát líka.
Vøran skal vera óbrúkt. Tað kann henda, at seljarin bjóðar tær eitt nýggjari snið, um tann vøran, ið tú keypti, er útgingin. Tú gert sjálv/ur av, um tú tekur av tilboðnum.
Tað kann eisini koma fyri, at seljarin býtur um til eina vøru, ið er brúkt t.d. til eina brúkta fartelefon, handilin hevur fingið aftur frá einum øðrum viðskiftafólki. Telefonin er umvæld, og latin øðtum viðskiftafólki, ið hevur rætt til eitt umbýti. Tú kanst nokta at taka ímóti eini tílíkari vøru. Um so illa vil til, at tú finnur útav hesum seinni, hevur tú rætt til at klaga.

Um tað er gjørligt, kanst tú velja at býta vøruna um. Tað er t.d. ikki gjørligt at býta eina brúkta vøru ella eina framsýningarvøru um, tí tað er eingin onnur vøra, ið er akkurát líka. Talan kann eisini vera um vørur, ið eru so serstakar, at tað er trupult ella ógjørligt at finna eina, ið er líka. Tað kann t.d. vera ein pelsur, ein hondgjørdur prýðislutur ella ein hundur.

Um ein vøra er útseld, og tað ikki ber til at útvega hana meira, hevur tú ikki rætt til at krevja, at hon verður umbýtt. Um vøran ikki er útseld, men seljarin bara ikki hevur fleiri á goymslu, kanst tú í ávísum førum krevja, at seljarin útvegar tær eina nýggja. Hettar treytað av, hvussu dýrt tað er at fáa fatur á vøruni.
Nýggjur klagurættur
Tá tú fært eina nýggja vøru í staðin fyri vøruna, tú hevur latið inn, fært tú av nýggjum ein tvey-ára klagurætt. Hesin rættur er galdandi frá tí degi, tú fært nýggju vøruna útflýggjaða.