Valið ímillum at býta um og at umvæla

Um vøran, ið tú hevur keypt, hevur ein feil, ið seljarin hevur ábyrgdina av, og tú velur at fáa eina nýggja vøru, skal seljarin avgera, um hann uttan víðari vil geva tær eina aðra, ella um hann vil vísa tínum kravi aftur, og krevja at umvæla.
Tað hevur seljarin rætt til í nógvum førum, men hann skal meta um báðar møguleikarnar. Um tú velur at fáa bøtt um feilin, t.d. við eini umvæling, kann seljarin í nógvum førum nokta tínum ynski, og ístaðin bjóða tær eina nýggja vøru.

Meting av teimum báðum møguleikunum:

  • Um seljarin ynskir at nokta tínum kravi um at fáa vøruna býtta um, skal hann meta um fyrimunir og vansar av hesum. Hann skal eisini hugsa um prís og tíð í báðum førum, umframt:
  • Er tað gjørligt at býta vøruna um;
  • Er tað gjørligt at umvæla;
  • Hvussu langa tíð fer tað at taka;
  • Hvat fer tað at kosta

Seljarin kann nokta tínum kravi um at fáa eina nýggja vøru:

  • Um tað ikki er møguligt at býta um;
  • Um tað er órímiliga dýrt samanborið við, hvat tað kostar at kosta bøta um – t.d. við umvæling;
  • Um vøran er sera slitin;

Seljarin kann ikki nokta tínum kravi um at býta vøruna um:

  • Um tað tekur sera langa tíð at umvæla;
  • Um seljarin hevur roynt at umvæla sama trupulleika fleiri ferðir;
  • Um vøran hevur fleiri ymiskar feilir;

Seljarin kann nokta tínum kravi um umvæling:

  • Um tað ikki er møguligt at bøta um trupulleikan – t.d. við umvæling;
  • Um tað verður órímiliga dýrt;

Um tað ikki er møguligt at umvæla ella býta vøruna um við eina nýggja, kanst tú í staðin:

  • Fáa peningin aftur – lata keypið ganga aftur;
  • Fáa avsláttur;

Tú kanst ikki krevja at keypið gongur aftur og at fáa peningin aftur, um talan er um eitt brek, ið hevur lítlan týdning.