Gávukort

Fyrningarfreist fyri gávukort (sum goldin eru fyri)

Sambært fyrningarlógini fyrnast gávukort sum útgangsstøði eftir 5 árum, um onnur avtala ikki er gjørd. Um onnur freist er avtalað, skal henda ikki vera órímiliga stutt. Eingin føst regla er fyri, hvussu stutt freistin tá kann vera, men meginreglan er, at móttakarin skal hava høvi at brúka gávukortið. Fatanin hjá Brúkaraumboðnum er, at ein freist styttri enn 1 ár, er ikki góður marknaðarføringssiður.

Um fyrningarfreistin er styttri enn 5 ár, skal hetta skrivast á gávukortið.