Iðranarrættur og afturberingarrættur

Tá ið tú handlar í vanligum handli, stendur tað til seljaran, um hann gevur tær rætt til at bera vøruna aftur.

Afturberingarrættur: keyp í handli

Keyp er bindandi avtala, og tú kanst í grundini ikki iðra teg um keypið. Hóast fleiri handlar geva tær rætt til at bera aftur ella býta um, er tað ikki ein rættur tú hevur sambært lóg, er tað ikki avtalað, tá ið keypt varð.

Seljarin ger sjálvur av, um hann gevur iðranarrætt, og hvørjar reglur, ið skulu galda í sambandi við iðranarrættin. Tað, ið galdandi er fyri iðranarrætt, skal verða avtalað, tá ið keypt varð, til dømis síggjast í teimum treytum, sum handilin hevur.

Tað kann t.d. vera:

  • Hvussu long freistin skal vera
  • Um peningur fæst aftur, ella um býtt verður um við aðra vøru í handlinum
  • Um tú kanst fáa ein tilgóðarseðil

Hevur tú fingið lyfti um afturberingarrætt, skal tú hava peningin aftur.

Hevur tú fingið lyfti um umbýtingarrætt, kanst tú velja tær aðra vøru í handlinum.

Sum útgangsstøði mást tú vænta, at vøran verður latin inn aftur í slíkum standi, at hon kann seljast aftur sum nýggj. Setur seljarin onnur krøv, má hann siga tað týðiliga og greitt, tá ið keypt verður.

Tað kann t.d. vera:

  • At vøran verður latin inn aftur í upprunapakningi
  • At øll merki eru á vøruni
  • At plomberingar ikki eru brotnar
  • Vanliga er tað ein fortreyt, at vøran sær út sum nýggj og óbrúkt, so hon verður seld aftur, t.d. at øll merki framvegis eru á vøruni, at upprunapakningur er óskalaður og annað. Setur seljarin onnur krøv t.d. at øll merki eru á vøruni, ella at hon verður latin inn aftur í upprunapakningi, skal tað verða sagt týðiliga, tá ið keypt verður.

Iðrar tú teg um keypið, skalt tú prógva, hvar og nær, tú hevur keypt vøruna, hvat hon kostaði, og at tú hevur fingið lyfti um rætt til at býta um ella lata vøruna inn aftur. Tí er umráðandi, at tú goymir kvittanina og fært skrivað á hana, at tú hevur iðranarrætt, um tað ikki stendur á frammanundan.

Góð ráð – vøran er keypt í handli

  • Er umráðandi, at vøran kann verða umbýtt, mást tú kanna, um handilin gevur iðranarrætt
  • Kanna, hvussu long iðranarfreistin er
  • Fyrireika teg til, at vøran verður latin inn aftur í slíkum standi, at hon kann verða seld sum nýggj. Tú mást sostatt ikki brúka vøruna
  • Kanna, um seljarin setur onnur krøv til vøruna, t.d. at øll merki eru á vøruni, ella at hon verður latin inn aftur í upprunapakningi
  • Fá treytirnar um iðranarrætt skrivliga, t.d. á kvittanina
  • Minst til at goyma kvittan

Iðranarrættur – handil við privatpersón

Handlar tú við privatpersón, hevur tú bara iðranarrætt, um tað er avrátt tykkara millum frammanundan.

Passar vøran ikki, ella er hon ikki, sum tú hevði vónað, er best at hava greiða avtalu við seljaran.

Avtala tí við seljaran, at tú kanst iðra teg um keypið, áðrenn tú keypir.