Kappingar á internetinum, næstan ókeypis gávur og royndarskeið – hvat skalt tú gera?

Goym avrit av telduposti ella brævi

Sigur vinnurekandi, at tín IP-adressa hevur verið nýtt , tá ið vøra ella tænastuveiting varð bíløgd, er tað í sjálvum sær einki prógv um, at tú hevur gjørt avtaluna. Bið um loyvi at síggja tilboðið, sum tú sigst hava tikið av. Bara í teimum førum, tað er heilt greitt, at tilboð er um at keypa vøru ella tænastuveiting, og tú hevur tikið av tilboðnum, hevur tú skyldu at gjalda.

Heldur vinurrekandi uppá, at tú hevur gjørt avtalu ígjøgnum telefonáheitan á teg, er avtalan bara í gildi, hevur tú frammanundan givið “ týðiliga og greidliga” samtykki um at verða ringd/ur upp.

Vinnurekandi má ikki krevja áminningargjald ella senda málið til uttanrættarliga innheintingar, noktar tú at hava gjørt avtalu.

Hava tínar kortupplýsingar verið nýttar at taka haldaragjald ella tílíkt , sum tú ikki hevur gjørt avtalu um, kanst tú snúgva tær til bankan. Bankin skal taka ta upphæddina aftur, sum er oman fyri ta upphædd, ið avrádd er, ella ta upphædd, sum tú ikki hevur givið vinnurekandi loyvi til at taka av kontuni.