Kappingar á internetinum, næstan ókeypis gávur og royndarskeið – hvat skalt tú gera?

Les treytirnar væl og virðiliga, áðrenn tú tekur av

Fyrr var vanligt, at vinnurekandi høvdu kappingar fyri at skapa áhuga fyri sínum navni og vørum, men treytir vóru ongar við. Soleiðis er ikki longur.

Tilboðini um at vera við í kappingum, tilboð um næstan ókeypis gávur og royndarpakkar tykjast fullkomiliga meinaleys. Kravið um at geva teimum gjaldkortupplýsingar verður sagt at vera, at postgjaldið fyri gávuna t.d. skalt tú sjálv/ur rinda. Royndirnar hjá brúkaraumboðunum eru, at slík tilboð vanliga eru krøkt uppí, tá ið tú teknar eitt hald ella líknandi. Tað stendur kortini ikki greidliga, og tú varnast tað helst ikki, lesur tú ikki tekstin og treytirnar gjølla.

Ver serliga varin, tá ið tú gevur hesar upplýsingar.