Kappingar á internetinum, næstan ókeypis gávur og royndarskeið – hvat skalt tú gera?

Les treytirnar væl og virðiliga og ver varin við at lata persónligar upplýsingar frá tær.

Tað eru tey bæði ráðini, ið brúkaraumboðið gevur brúkarum, sum eru við í kappingum á netinum og fáa tilboð ígjøgnum netið og í teldubrøvum.

Nógv eru tilboðini um at vera við í kappingum, tilboð um ókeypis royndarpakkar, næstan ókeypis gávur, ókeypis royndartíð og annað tílíkt. Tú kanst fáa tilboðini sum teldupost, í eini bannaralýsing á t.d. Facebook, tá ið tú ert við í sonevndari brúkarakanning á netinum ella líknandi.

Slík tilboð eru næstan altíð treytað av, at tú samtykkir at taka ímóti marknaðarførslutilfari sum teldupost ella at verða uppringd/ur av nógvum ymiskum vinnurekandi.