Kvittan

Ein kvittan er títt prógv fyri, at tú hevur keypt og goldið eina vøru. Tú skalt nýta kvittanina, um tú seinni ynskir at klaga um vøruna, ella um tú ynskir at gera brúk av tínum møguliga rætti til at angra keypið.
Fyri at tryggja tíni rættindi, skalt tú goyma kvittanina í minsta lagi í tvey ár.

  • Á kvittanini skal í mest møguligan mun standa:
  • Hvør vøra er talan um
  • Prísur
  • Dagfesting
  • Navn á sølustaði
  • Møguligar avtalur, t.d. rættur til at angra keypið

Tú skalt goyma kvittanina í tvey ár, ið er tíðin, tú hevur rætt at klaga innanfyri. Um garantiið er galdandi longri enn tvey ár, skalt tú goyma kvittan og garantiváttan, so leingi sum garantiið er galdandi.

Tú skalt goyma kvittanina so leingi garantiið er galdandi, hetta kann vera longri enn tvey ár. Um tú fert aftur til seljara, hevur seljari rætt til at síggja prógv fyri, at vøran er keypt hjá honum, nær vøran er keypt, og hvussu nógv tú hevur goldið fyri hana. Tað sama er galdandi, um avtalan er, at tú kanst angra keypið t.d. innanfyri 8 dagar. Her er kvittanin títt prógv fyri, at tú angrar keypið innanfyri avtalaðu freistina.

Vørur ið verða goldnar í avdráttum og veitingar í smáum

Tú skalt goyma tínar kvittanir í minsta lagi í fimm ár, um tú hevur keypt vøruna upp á avgjald, ella um talan er um vøru, ið verður latin í smáum/fleiri ferðir – t.d. eitt hald av einhvørjum slagi. Hettar slag av gjaldi er fevnt av fyrningarlógini, og eitt krav fellur vanliga burtur eftir fimm árum. Um seljari heldur uppá, at tú ikki hevur goldið allar avdráttir ella veitingar, hevur tú próvbyrðuna fyri, at tú hevur goldið. Um tú ikki hevur goymt kvittanirnar, er vandi fyri, at tú noyðist at gjalda enn einaferð.

Garantiváttanir

Á garantiváttanini skal standa, hvat garantiið fevnir um, og hvussu leingi tað er galdandi. Tað skal eisini standa, hvør seljarin er. Tú skalt goyma garantiváttanina, so leingi garantiið er galdandi.

Um kvittanin er blivin burtur

Um tú hevur mist kvittanina, kanst tú møguliga skjalprógva keypið á annan hátt. Tað kann t.d. vera við eini dankortkvittan ella einum kontoavriti frá bankanum. Hettar slagið av skjalprógvan kann bert nýtast, um tú einans hevur keypt hesa einu vøruna. Um tú hevur keypt fleiri ting, ber ikki til at prógva, hvat hvør einstøk vøra hevur kostað. Onnur sløg av skjalprógvan kunnu t.d. vera eitt umbýtingarmerki ella ein garantiváttan.

Tá kvittanir ikki kunnu lesast

Tað kann henda, at skriftin hvørvur, ella við tíðini verður ring at lesa. Tað kann vera orsaka av dygdini á pappírinum ella litprentinum. Seljarin hevur ábyrgdina av, at tað ber til at lesa kvittanina í minsta lagi í eitt ár, men tað kann vera torført hjá keyparanum at prógva, hvørja vøru talan er um, um tað ikki ber til at lesa kvittanina. Tá tú keypir eina dýra vøru, ið eigur at halda leingi, kanst tú biðja um eina kvittan, ið er skrivað á vanligt pappír, ella tú kanst avrita upprunakvittanina. Hetta kann lætta munandi um seinni.