Leigumál

Nýggja leigulógin – standard leigusáttmáli og innflytingarfrágreiðing:

Brúkaraumboðið vil við hesum boða frá, at øll leigumál til bústað, sum verða avtalað eftir 1. september 2010 eru fevnd av nýggju leigulógini, sum ásetir at leigari og útleigari skulu skrivliga gera ein leigusáttmála, og eisini skal innflytingarfrágreiðing verða skrivað. Sí nærri á www.leigunevndin.fo

Niðanfyri er standard leigusáttmálin og innflytingarfrágreiðingin tøkur til nýtslu, sum alment er sett í gildi við kunngerð við heimild í leigulógini:

Leigusáttmáli – standard

Innflytingarfrágreiðing

Brúkaraumboðið virkar sum umsiting fyri Leigunevndina. Kærur skulu verða skrivligar, og skulu sendast til:

Leigunevndin

Postrúm 73
FO-110 Tórshavn
Teldupostur: leigunevndin@leigunevndin.fo

Lógaruppskotið við viðmerkingum: http://www.logting.fo/files/casestate/10069/155.09%20Leigulogin.pdf