Ofta spurt um haldaraavtalur

  • Ofta settir spurningar um haldaraavtalur

    Virkir, sum bjóða haldaraskipan, skulu í góðari tíð boða viðskiftafólkum sínum frá, áðrenn tey broyta t.d. treytir og prísir á haldinum.

  • Kann virkið broyta gjaldsdagin fyri hald mítt?

    Ja, tað ber væl til. Tað er tó treytað av, at virkið hevur kunnað viðskiftafólk sítt um møguleikan fyri hesari broyting í avtalutreytunum, tá viðskiftafólkið skrivaði undir avtaluna. Haraftrat skal broytingin verða kunnað í rímiligari tíð.

  • Kann sjónvarpsveitari mín broyta innihaldið av rásum í sjónvarpspakka mínum?

    Ja, tað ber væl til. Tað er tó treytað av, at virkið hevur kunnað viðskiftafólk sítt um møguleikan fyri hesari broyting í avtalutreytunum, tá ið viðskiftafólkið skrivaði undir avtaluna. Haraftrat skal broytingin verða kunnað í rímiligari tíð, og alt eftir, hvussu stór broytingin er, skal viðskiftafólkið hava møguleika at siga haldið frá sær, áðrenn broytingin kemur í gildi.

  • Hvussu leingi eri eg bundin at einum haldi?

    Tað veldst um ávísu avtaluna millum brúkara og virki. Summir brúkarar eru bundnir at einum haldi, til teir sjálvir siga avtaluna frá sær. Aðrar avtalur hava ein lokadag frammanundan.

    Sambært § 14, stk. 1 í brúkaraavtalulógini kunnu virkir í nøkrum førum binda brúkara í mesta lagi í 12 mánaðir. Eru serliga dýrar avtalur, sum t.d. langleiga av bilum o.ø., kann brúkarin verða bundin í longri tíð, ofta 12 mánaðir.

    Serligar reglur kunnu vera galdandi fyri ávísar avtalur t.d. tryggingaravtalur, leigu av fastari ogn og kredittavtalur.

  • Kann virkið seta prísin upp uttan at kunna meg um tað?

    Nei. Kunnað skal altíð verða um prísbroyting. Haraftrat skal virkið hava kunnað viðskiftafólk síni um hesar broytingar í avtalutreytunum, tá ið viðskiftafólkið skrivaði undir avtaluna, og viðskiftafólkið skal hava møguleika at siga haldið frá sær, áðrenn prísbroytingin kemur í gildi.

  • Kann virkið noyða meg at rinda hald mítt gjøgnum PBS og samstundis taka gjald fyri tað?

    Ja. Men nevnir virkið gjaldið eitt PBS- ella Nets-gjald, skal gjaldið samsvara ta útreiðslu, virkið hevur til PBS (nú NETS), tí annars kann talan vera um at villleiða.