Ofta spurt um haldaraavtalur

Kann sjónvarpsveitari mín broyta innihaldið av rásum í sjónvarpspakka mínum?

Ja, tað ber væl til. Tað er tó treytað av, at virkið hevur kunnað viðskiftafólk sítt um møguleikan fyri hesari broyting í avtalutreytunum, tá ið viðskiftafólkið skrivaði undir avtaluna. Haraftrat skal broytingin verða kunnað í rímiligari tíð, og alt eftir, hvussu stór broytingin er, skal viðskiftafólkið hava møguleika at siga haldið frá sær, áðrenn broytingin kemur í gildi.