Ofta spurt um ómaksgjøld

Kann eitt virki broyta eitt ómaksgjald uttan at kunna viðskiftafólkið um tað?

Nei. Viðskiftafólkini skulu verða kunnað um gjaldsbroytingar. Í mun til kravið um kunning verður skilt millum týðandi og minni týðandi broytingar.

Ein týðandi gjaldsbroyting metir brúkaraumboðið vera eina øking, sum er meir enn 10% av higartil gjaldi – uttan so er, at gjaldið má metast týdningarleyst í mun til prísin á tí vøru ella tænastuveiting, brúkarin hevur keypt.

Nýggj gjøld ella týðandi broytingar skulu verða kunnað hvørjum viðskiftafólki sær gjøgnum ein “varandi miðil”, t.d. teldupost ella bræv. Í kunningini skulu upplýsingar vera um støddina á nýggja/broytta gjaldinum.

Ber broytingin í sær, at viðskiftafólkið kann siga avtaluna upp, skal hetta eisini standa í kunningini.

Ein minni týðandi gjaldsbroyting skal ikki verða kunnað hvørjum viðskiftafólki sær. Kunningin kann tí t.d. verða givin við at upplýsa viðskiftafólkunum gjøgnum heimasíðuna hjá virkinum.