Ofta spurt um ómaksgjøld

Nær kann eitt virki krevja ómaksgjald?

Eitt virki kann vanliga sjálvt gera av, hvønn eykakostnað tað vil krevja frá viðskiftafólkunum. Allur eykakostnaður skal kortini vera avtalaður við viðskiftafólkið t.d. í avtalutreytunum. Virkið skal gera viðskiftafólkinum púra greitt samlaða prísin á vøruni ella tænastuveitingini íroknað eykakostnað, fyrstu ferð brúkarin fær prísin ella tænastuveitingina at vita.

Virkið kann ikki skoyta upp í ella hækka eitt ómaksgjald, er hesin møguleiki ikki longu ein partur av avtaluni við viðskiftafólkið.

Ein kostnaður, sum møguliga seinni kemur fyri, t.d. gjald fyri avrit av gomlum rokningum, skal ikki verða partur av samlaða prísinum, men skal sjálvandi vera avtalaður millum partarnar, skal virkið krevja tað.