Elektroniskar tænastur at gjalda við verða í gjaldslógini nevndar ikki-ókeypis elektroniskar tænastur. Soleiðis verða elektroniskar tænastur nevndar, sum kunnu verða nýttar at gjalda fyri vørur og veitingar, men  sum ikki eru gjaldingartænastur sum t.d. gjaldkort, gjaldtænasta og netbankaflytingar.

Tænastan skal vera elektronisk og skrivað út samsvarandi ítøkiligum útgjaldi.

Elektroniskar tænastur at gjalda við kunnu t.d. vera elektronisk gávukort, ikki ókeypis stig í t.d. kundaklubbum, SIM-kort, elektronisk 10-túrakort, kantinukort o.a.m.

Nær er tænastan elektronisk?

Tænastan er elektronisk, kann hon t.d. verða nýtt um internetið ella eina app.

Er talan um eitt veruligt kort, verður tænastan hildin at vera elektronisk, um kortið          kann verða lisið elektroniskt. Tað kann t.d. vera kort við flís, magnetstrípu, strikukotu ella aðrari kotu til at lesa elektroniskt av ella sláa inn.

At tænastan skal vera elektronisk, útilokar m.a. klippikort úr pappíri, verulig gávukort og prógv um áogn, sum ikki ber til at lesa av elektroniskt.

Nær er goldið fyri tænastuna?

Goldið er fyri eina tænastu, tá ið tað beinleiðis ella óbeinleiðis er goldið fyri tænastuna. Tað krevst ikki, at útgjaldingin er ein verulig peningaupphædd.

Dømi um ókeypis elektroniska tænastu kann t.d. vera eitt gávukort, sum er skrivað í sambandi við vørukeyp, uttan eyka gjald frá tí, ið skal rinda fyri vøruna.

Eg havi fingið elektroniskt gávukort, sum eg ikki ætli at brúka.

Kann eg fáa virðið útgoldið?

Ja, tú kanst krevja virðið av elektroniska gávukortinum goldið út í tíðarskeiðinum, tað er í gildi, og eitt ár eftir at gildistíðin er liðin. Hevur gávukortið ongan ásettan lokadag, kanst tú altíð krevja at fáa virðið goldið út.

Viðmerking: Fyritøkur kunnu í nøkrum førum taka ómaksgjald fyri útgjaldingina av virðinum. Síggj spurningin um ómaksgjøld niðanfyri.

Hvagar skal eg venda mær fyri at fáa virðið av einum elektroniskum gávukorti goldið út?

Tú skal seta teg í samband við fyritøkuna, sum hevur skrivað gávukortið. Tað kann vera ein handil, har gávukortið kann verða nýtt. Soleiðis kann tað eisini vera, er gávukortið keypt hjá einum millummanni, sum bara selur gávukortið víðari.

Er loyvt at krevja ómaksgjald fyri at gjalda virðið út?

Ja og nei.

Tú kanst verða kravd/ur eftir ómaksgjaldi, biður tú um útgjalding, áðrenn gildistíðin er liðin, og tað er avrátt frammanundan.

Tá ið gildistíðin er farin og upp til eitt ár eftir lokadagin, kanst tú harafturímóti ikki verða kravd/ur eftir ómaksløn fyri útgjaldingina.

Tú kanst ikki krevja at fáa virðið goldið longur enn eitt ár eftir endan á gildistíðini. Gongur váttanargevin kortini við til tað, kanst tú verða kravd/ur eftir ómaksgjaldi, er tað avtalað frammanundan.

Ómaksgjaldið skal í øllum førum svara til tær veruligu útreiðslurnar, sum standast av at rinda fyri virðið, um ikki útreiðslurnar eru órímiliga høgar.