Fyrst og fremst er tað tann vinnurekandi, ið skal skjalprógva, at viðkomandi hevur gjørt avtalu við teg um at keypa vøru ella hevur gjørt haldaraavtalu. Heldur tú, at tú ongantíð hevur gjørt avtalu við tann vinnurekandi, eigur tú skjótast til ber at skriva til virkið (og til tað innheintingarvirki, sum krevur inngjaldið) og siga frá, at einki verður goldið í postgjaldi, uttan so, at virkið kann skjalprógva, at avtala er gjørd. Minst til at goyma skjalið, har tú sýtir fyri at rinda.
Óvæntaðar rokningar fyri bíleggingar og keyp á internetinum – hvat geri eg?
Les meira um, hvat tú gert, fært tú óvæntaða rokning frá vinnuvirki og hótt verður við innkrevjing.
Henda vegleiðing er til brúkarar, sum óvæntað fáa rokningar fyri bíleggingar og keyp á netinum. Vøran – oftast royndarpakki ella royndarhald – hava tey annaðhvørt ongantíð bílagt ella verður kravt meira fyri tað, ið er bílagt – t.d. fleiri pakkar, eitt hald, ið endurnýggjar seg sjálvt, ella onkur limaskapur.
Ofta eru brúkarar leiddir yvir á heimasíðu ígjøgnum lýsing á Facebook, eini bannaralýsing og tílíkum.
Tá ið tú ert førdur yvir á heimasíðu fyri vøruna og ert í ferð við at enda bíleggingina, stendur “við smáum” – at eitt ja-takk til royndarpakka og royndarhald eisini merkir aftalu ella hald, sum av sær sjálvum verður endurnýggjað.
Niðanfyri finnur tú góð ráð um, hvussu tú skalt bera teg at fyri virkjum, sum senda rokningar – og um so er, at tú fært áheitan frá einum innheintingarvirki.
- Eg havi fingið ein pakka og/ella uppkrav við postinum, men eg havi ikki bílagt nakað. Hvat geri eg?
- Eg havi bílagt royndarpakka, men eg fái fleiri pakkar. Hvat geri eg?
Fyrst og fremst er tað tann vinnurekandi, ið skal skjalprógva, at hann hevur gjørt avtalu við teg um at keypa vøru ella hevur gjørt haldaraavtalu. Heldur tú, at tú bara hevur bílagt ein royndarpakka, men framvegis fær pakkar, eigur tú skjótast til ber at skriva til virkið (og til tað innheintingarvirki, sum krevur inngjaldið) og siga frá, at tú bara hevur avrátt at keypa ein pakka, og at einki verður goldið fyri aðrar sendingar, uttan so, at virkið kann skjalprógva, at avtala er gjørd um tað. Minst til at goyma skjalið, har tú mótmælir.
- Havi roynt at seta meg í samband við virkið, men har svarar ikki. Hvat geri eg?
Tað er altíð týdningarmikið, at tú kanst prógva, at tú hevur mótmælt at gjalda, ert tú ósamd við kravinum. Fært tú ikki samband við virkið, er umráðandi, at tú kanst prógva, at tú hevur roynt at fingið samband. Tí er tað eitt gott hugskot at snúgva sær til teirra skrivliga (t.d. við telduposti) og goyma áheitanina og harumframt kanna eftir, at áheitanin er send til rætta bústaðin.
- Hvat hendir, um eg ikki látist um vón?
Tað er ongantíð skilagott at látast sum einki, tá ið uppkrav verður sent tær, hóast tú heldur, at tað er óheimilað. Tú eigur altíð at seta teg í samband við tann vinnurekandi (og til tað innheintingarvirki, sum krevur inngjaldið) og sýta fyri at gjalda. Gert tú einki, kanst tú eftir umstøðunum verða ákærd/ur fyri ikki at látast við teg koma og tí ert skyldug at rinda fyri vøruna – serliga, um tú hevur brúkt vøruna. Minst til at goyma skjalið, har tú mótmælir.
- Eg havi longu goldið fyri vøruna/tænastuna, hóast eg ikki havi bílagt nakað, men fái alsamt vørur og rokningar. Hvat geri eg?
Hevur tú goldið fyri ein pakka, men heldur ikki, at tú hevur bílagt hann, kanst tú fyrst av øllum krevja peningin aftur. Í praksis er tað kortini ógvuliga torført at fáa peningin aftur, vil tann vinnurekandi ikki sjálvboðin gjalda aftur. Tú skalt gera tær greitt, at hevur tú goldið rokningina og ikki mótmælt samstundis, kanst tú verða ákærd/ur fyri at hava gjørt eina avtalu í stillum, og við tí missir tú kravið um endurgjald – hetta geldur serliga, um tú hevur brúkt vøruna.
- Eg havi mótmælt bæði hjá vinnurekandi og innheintingarvirkinum. Tey svara ikki, og eg fái framvegis áminningar. Hvat geri eg?
Tú verður noydd/ur framhaldandi at mótmæla bæði hjá vinnurekandi og innheintingarvirkinum. Tú kanst til dømis halda fram at vísa til tíni mótmæli. Tað er týdningarmikið, at tú kanst prógva, at tú hevur mótmælt. Tí er tað gott hugskot altíð at venda sær til teirra skrivliga (t.d. við telduposti) og goyma avrit av áheitan og eisini kanna uppaftur, at áheitanin er send til røttu adressuna.
Eg havi fingið bræv um, at eg skal í rættin/fútarættin, rindi eg ikki. Hvat geri eg?
Ert tú ósamd í kravinum, tekur fútarætturin ikki støðu til, um kravið er rættvíst. Harafturímóti skal kreditorur (t.d. innheintingarvirkið, hevur tú fingið kravið frá teimum) stevna teg í býrættinum í tínum rættardømi, vilja tey seta fram sítt krav undir tvingsli. Tað verður kortini tann vinnurekandi, ið skal prógva, at tú ert sek/ur og skyldar upphæddina, t.d. tí tú hevur gjørt gylduga avtalu um at halda eina vøru. Tann vinnurekandi kann ikki fara í rættin, fyrr enn tað fyri tær er skjalprógvað, at kravið er rættvíst. Fært tú, hóast tú ikki væntar tað, eina stevning, kanst tú fáa ókeypis løgfrøðiliga ráðgeving í Rættarhjálpini. Rættarhjálpin umboðar teg tó ikki í einum rættarmáli.
- Skal eg senda pakkarnar aftur, sum eg ikki havi bílagt?
Hevur tú fingið pakkar, tú ikki hevur bílagt, hevur tú ikki skyldu at senda teir aftur. Eitt gott hugskot er kortini, at tú skrivar til vinnurekandi og sigur, at tú hevur fingið pakkarnar, og at tey eru vælkomin at heinta teir á tínum bústaði.